Eg hevði ongan kjans

-Kappingin var avgjørd frammanundan, tí Sjonni Brink doyði, og lag hansara slapp at verða við í kappingini. Vit onnur høvdu ongan møguleika, sigur Jógvan Hansen, sum enn einaferð bleiv sligin út av íslendsku Eurovision kappingini. Tað vóru ikki sørt av kenslum rundan um ársins Eurovision í Íslandi.

 

Stutt undan hansara fyrstu framførslu í kappingini, doyði ungi sangarin Sjonni Brink, men lag hansara slapp at verða verandi í kappingini.

 

Jógvan Hansen og Sjonni Brink vóru vinmenn, og høvdu mangan framført saman í Íslandi. Tí var tað eisini tungt hjá Jógvani at framføra á Eurovision pallinum, har hann og vinmaðurin skuldi framføra sama kvøld.

 

Jógvan dylur ikki fyri, at deyði Sjonna Brink gjørdi Eurovision kappingina sera órættvísa, fyri tey, sum eftir vóru.

 

-Lagið hjá Sjonna Brink var sett í fokus eftir deyða hansara, og eingin annar kláraði at kappast við tað. Tað var eitt gott lag, sum helst hevur fingið nógvar samkensluatkvøður eisini, sigur Jógvan Hansen.

 

Nú er nóg mikið við Eurovision

Jógvan Hansen hevur nú roynt seg tvær ferðir í Eurovision, men hevur enn ikki megnað, at vunnið kappingina. í fjør var hann bert fáar atkvøður frá at vinna kappingina, og í ár vóru tað serstakar umstøður sum gjørdu, at Jógvan ikki slapp víðari.

 

-Nú taki eg nøkur ár uttan Eurovision. Eg havi ikki nervar til at luttaka í enn einari kapping, greiður Jógvan Hansen frá.

 

Hann er ikki skuffaður av, at hann ikki vann kappingina, men heldur kortini, at tað er nógv stuttligari at gerast nummar eitt.

 

-Hendan kappingin er altíð stuttlig. Um ein vinnur ella ikki, so skapar tað nógv arbeiði til mín, og tað er so mín vinningur, sigur Jógvan Hansen.