Eg havi verið øgiliga heppin

Nú fer Brynhild Høgnadóttir í nýtt starv hjá tí almenna, men tað er tíðaravmarkað í eitt ár

 

– Eg havi verið øgiliga heppin av eg eri sloppin at arbeiða við ferðslutrygd í so langa tíð. Tað sigur Brynhild Høgnadóttir, sum hevur verið stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd í sjey ár. Men nú heldur hon, at tað er rættast at royna okkurt nýtt, og tískil komu boð úr Ráðnum fyri Ferðslutrygd, at hon hevur sagt seg úr starvi sum stjóri.

 

– Hetta er eitt starv, eg havi verið ómetaliga fegin um at hava havt, tí eg haldi, at tað er so ómetaliga meiningsfult og fjølbroytt at arbeiða við ferðslutrygd, sigur hon.

 

Nær hon fer úr starvi, er ikki heilt greitt enn, men tað kann vera um ársskiftið. Og tá ið hon fer úr starvinum sum stjóri á Ráðnum fyri ferðslutrygd, fer hon í eitt annað, alment starv, men tað er av einum heilt øðrvísi slagi. Hon skal nevniliga byrja í starvi sum sum processfólk á Taks. 

 

Taks hevur eitt ótal av virkisgongdum, summar eru skjalfestar, men aðrar eru enn óskrivaðar. Tískil er Brynhild Høgnadóttir nú sett í starv at skjalfesta og savna allar virkisgongdirnar hjá Taks.

 

– Eg haldi eisini, at Taks er eitt eitt meiningsfult arbeiði, tí talan er um eina nýmótans fyritøku, samstundis sum at vit hava eina skattaskipan, sum byggir á samhaldsfasti og tað haldi eg vera áhugavert at fáa innlit í, sigur hon.

 

 

Les eisini Her: Brynhild leggur frá sær í Ferðslutrygd

 

 

Men tað er eitt tíðaravmarkað starv í eitt ár. Sostatt er verður tað rættiliga skjótt, at eg aftur fari at leita mær eftir nýggjum starvi, sigur Brynhild Høgnadóttir. Men, hvat tað verður, er enn enn óvist.