- Eg havi ongar sum helst upplýsingar fjalt fyri Løgtinginum.
Tað staðfestir Jóannes Eidesgard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hann sigur, at tað er als onki hald í ákærunum, sum Tjóðveldið førir fram í greinini omanfyri
Hann staðfestir, at stýrið fyri Húsalánsgrunnin er ikki hoyringspartur í málinum og tí er talan heldur ikki um eitt hoyringsskriv, sum skal leggjast við málinum.
Annars vóru tíggju aðrir hoyringspartar í málinum. Fimm av teimum svaraðu og tey svarini eru øll løgd við.
Landsstýrismaðyrin staðfestir, at stýrið og stjóri fyri Húsalánsgrunnin eru partar í tilgongdini at umskipa grunnin.
- Men tað vísti seg skjótt, at stýrislimirnir vóru so nógv upptiknir av øðrum arbeiði, at tað var tórført at savna tað. Tí mælti stýrið til, at fíggjarmálaráðið gjørdi uppskotið liðugt og sendi tað aftur til stýrið til viðmerkingar og tað varð gjørt, sigur Landsstýrismaðurin.
- Tað ger tey ikki til hoyringspart í málinum og tað er ikki altíð, at embætisfólkini eru samd við tí politiska viljanum. Og tað er eisini støðan í hesum føri. Men tað er tann politiski viljin, at Húsalánsgrunnurin skal broytast eftir uppskotinum, sum liggur í Løgtinginum.
Av tí at stýrið og stjórnin fyri Húsalánsgrunnin eru partur í tilgongdini metir Jóannes Eidesgaard svarið frá teimum sum eitt arbeiðsskjal og tað er ikki vanligt at leggja arbeiðsskjøl við í einum einum máli.
Hann sigur, at embætisfólk í innlendismálum ella mentamálaráðnum, eru heldur ikki hoyringspartar í málum, sum tey ráðini leggja fram.
Men hann gjørdi eisini greitt, at vil Løgtingið hava innlit í svarið frá Húsalánsgrunninum, skal hann ikki leggja eitt holmstráð í vegin fyri tí
Bjørt Samuelsen helt, at í viðmerkingin frá Húsalánsgrunninum var at meta sum ein serfrøðilig ráðgeving í málinum.
Og fær Løgtingið ikki slíkar upplýsingar, hevur tað heldur ikki nóg gott grundarlag at viðgerða málið í, heldur hon.
- Hvussu skal Løgtingið fáa teir rættu upplýsingarnar, spyr hon.
Tórbjørn Jacobsen helt ikki, at stýrið fyri Húsalánsgrunnin á nakran hátt kann samanberast við embætisfólk hjá einum ráði í landsstýrinum, tí talan er um eina sjálvstøðuga, løgfrøðiliga eind.
Tí hevði hann illgruna um, at upplýsingarnir vórðu fjaldir fyri Løgtinginum við vilja.
Les eisini greinina: Jóannes Eidesgaard klagaður enn einaferð og greinina: Sethúsaeigarar sleptir upp á fjall