Eg havi einki sum helst samskifti havt við Jenis av Rana.Tað, sum hendi í Uttanlandsnevndini hevur einki við samgonguna at gera. Hetta er ein uppgerð millum tveir flokkar í andstøðuni.
Tað sigur løgmaður um leiklutin hjá Jenis av Rana í Uttanlandsnevndini, tá hesin kravdi Jóannes Eidesgaard frá sum formann, tí hann var ónøgdur við formansarbeiðið í nevndini.
Jenis av Rana sigur, at hann hevur havt óformligar samrøður við landsstýrið um at koma upp í samgonguna, men tú hevur ikki tosað við hann?
Eg havi ikki tosað við hann. Hvat samband annars hevur verið við samgonguna, veit eg ikki, men Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur verið á fundi í Uttanlandsnevndini, so sum vanligt er, tá uppskot verða viðgjørd í nevndum. Hetta er vanlig mannagongd, meir veit eg ikki, sigur Anfinn Kallsberg.
Bert løgmaður hevur samráðingarrættin
Um løgmaður ikki veit, hvønn Miðflokkurin hevur havt óformligar samrøður við í samgonguni, eru tað kanska aðrir Landsstýrinum ið hava samráðst uttan um løgmann?
Hvønn hann hevur tosað við veit eg ikki, men Høgni Hoydal, sum hevur verið á fundi í Uttanlandsnevndini, hevur ongar heimildir at samráðast, uttan so at eg eri við. Eg havi sagt - og eg kann endurtaka tað her - ongar ætlanir eru um at víða samgonguna, heldur tvørturímóti, sigur løgmaður, sum ikki vil siga nærri, hvat hann sipar til.
Onkur í samgonguni vildi annað uppskot
Jenis av Rana sigur eisini, at tit eru ósamdir um uppskotið í Landsstýrinum. Hann tosar um teir víðgongdu og teir hóvligu. Er fólkafloksparturin hóvligur og tjóðveldisparturin víðgongdur?
Eg veit ikki, hvat Jenis av Rana sipar til, men í samgonguni eru vit samdir um málið. At tað so eru samgongulimir, sum eru ósamdir og kundu hugsað sær okkurt øðrvísi, er annað mál. Hetta er ein politisk avtala, sum vit eru komnir til semju um.
Hvørt Jenis av Rana hevur sínar áskoðanir um, hvussu samgongan er háttað í málinum, og hvat hann leggur í hetta, er hansara meting. Høvuðsgrundarlag okkara er framhaldandi at Landsstýrið er samt um fullveldisuppskotið, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann leggur aftrat, at Høgni Hoydal hevur sjálvur sagt, at allir partar hava givið seg, og kanska Tjóðveldisflokkurin allarmest. Nú verður ikki longur tosað um loysing her og nú, men um eina prosess, sum tekur drúgva tíð.
Broddurin tikin úr tí mest víðgongda
Lat tað fara, at hetta hevur tikið broddin av teimum mest viðgongdu sjónarmiðunum í samgonguni, ikki minst, at vit skulu taka hædd fyri búskaparligu viðurskiftunum, men úttalilsini hjá Jenis av Rana í hesum sambandi, skilji eg bert sum, hvussu hann fatar støðuna. Tað hevur einki við samgonguna at gera, sigur Anfinnur Kallsberg
Hetta er í veruleikanum tað uppskotið, sum Fólkaflokkurin førdi fram undir valinum. Semja er í Landsstýrinum um at gjøgnumføra projektið, sigur løgmaður.
Vilja ikki verða bundnir av tinginum
Hví kann samgongan ikki ganga við til at orðaskiftið í tinginum skal føra til eina samtykt?
Vit vilja framvegis hava so breitt grundarlag sum gjørligt, men vit vilja ikki verða bundnir av eini heimild frá tinginum at fara til Danmarkar at samráðst. Fara vit tað, so kunnu vit ikki taka støðu til mál, sum koma fram undir samráðingunum við donsku stjórnina.
Slík heimild er eisini óneyðugt, tí aftaná samráðingarnar skal málið í tingið, og tá fáa flokkarnir møguleika at taka støðu til samráðingarúrslitið.
Ber til at fáa breiða undirtøku fyri fullveldisuppskotinum, tá samgongan t.d. ikki vil ganga frá eini orðing um fullveldi í uppskotinum?
Landsstýrið er frameftir áhugað í at fáa breiða semju, men vit fara ikki at ganga frá okkara rættinum at samráðast um fullveldi.
Jenis roynir
at fáa ávirkan
Hinvegin hava vit sagt við andstøðuna, hvat vit vilja ganga við til, men Javnaðarflokkurin sigur, at bert teirra uppskot skal vera galdandi, og Sambandsflokkurin tekur undir við Javnaðarflokkinum - annað havi eg ikki hoyrt andstøðuna siga, og so er einki at gera. Út frá hesum sjónarmiðum, dugi eg ikki at síggja nakra støðutakan.
Úrslitið er, at Jenis av Rana hevur roynt at fingið ávirkan á uppskotið hjá samgonguni, sigur Anfinn Kallsberg.










