Eg havi ikki gjørt mismun

Hvalvíkarprestur er rættiliga varin í sínum útsøgnum í Ekstra Bladet, sum hevur tosað við hann í sambandi við lesarabrævið, hann hevði í bløðunum fyri jól

SAMKYND

Undir yvirskriftini »BØSSEBALLADE - HOMOFILE VEDERSTYGGELIGE: Dansk præst på Færøerne meldt til politiet for hetz« hevur danska Ekstra Bladet eina samrøðu við Mogens Tilsted Christensen í mánadagsútgávuni.

Eg eri ikki so forferdiligur
Í samrøðuni við Ekstra Blader sigur Mogens Tilsted Christensen, at hann ikki er so forferdiligur, sum onkur heldur, men kennir seg misskiltan av teimum, ið meldaðu hann. Men prestur er varin í sínum útsøgnum _ kanska tí at revsilógin í Danmark er øðrvísi.

Í andsøgn við lesarabrævið
Í samrøðu við danska blaðið sigur prestur, at hann heldur, at samkynd í veruleikanum kunnu vera lærarar, men at onkur bara hevur misskilt lesarabrævið. Men so lætt sleppur hann ikki, tá blaðmaðurin vísir á, at prestur skrivar, at tað er »en naturlig diskvalifisering« fyri ein lærara at vera samkyndur, og blaðmaðurin spyr, um tað kann skiljast á annan hátt?
Til hetta sigur hvalvíkarprestur:
»...Altså hvis en ansøger til en stilling som pædagog, lærer eller præst enten er homofil eller pædofil eller har sådan nogle ting, og der er andre ansøgere, så mener jeg, at vedkommende skal fravælges. Det handler om andre folks børn, og Biblen fortæller at homoseksualitet er en synd.«

Prestar og pyromanar
Prestur vil vera við, eins og hann hevur ført fram í føroyskum miðlum, at hann ikki hevur samanborið samkynd við pedofil. Men verður spurdur av tíðindamanninum um, hvussu hann hevði uppfatað tað, um tíðindamaðurin skrivaði, at tú ikki eigur at lata prestar og pyromanar sleppa inn í hoyggjhús.
Hesum svarar Tilsted Christensen, at hann hevði ynskt, at tíðindamaðurin lat vera við at siga tað. Men at hann ikki hevði ætlað at samanborið samkynd við pedofil. Prestur vísir á, at hann ikki hevur gjørt mismum á nøkrum, men einans hevur sagt síni sjónarmið um hetta mál.