Tað er púra vanligt at gera avtalur, sum eg gjørdi við Kristin Michelsen í gjár og tí var eg ikki við í atkvøðugreiðslu
Tað sigur Magni Laksáfoss, løgtingsmaður í Sambandsflokkinum, og næstformaður í flokkinum.
Tað vakti ans, tá ið Magni Lakáfoss fór úr Løgtinginum í gjár, tá ið atkvøðast skuldi um fiskivinnunýskipanina hjá samgonguni. Samgongan var ikki fullmannað við tað, at Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum var burturstaddur.
Men tá ið atkvøðast skuldi, vísti tað seg, at Kristin Michelsen og Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum, høvdu atkvøðugreipað. Tað merkir at av tí at Kristin Michelsen var burturstaddur, skuldi Magni Laksáfoss fara úr tingsalinum, tá ið atkvøðast skuldi, so at tað ikki fekk ávirkan á úrslitið, og sostatt var fiskivinnunýskipanin samtykt.
Magni Laksáfoss sigur, at hetta er púra vanlig mannagongd. Og hann staðfestur, at hevði hann ikki havt greipað við Kristin Michelsen, hevði tað hvørki broytt eitt ella annað.
– Hevði eg ikki havt greipað við Kristin Michelsen, hevði samgongan bara havt útsett viðgerina til Kristin Michelen var afturkomin, ella hevði Kristin Michelsen havt fingið varafólk fyri seg, sigur Magni Laksáfoss.
Hann sigur, at Kristin Michelsen hevði atkvøtt ja, og sjálvur hevði hann atkvøtt nei, men tá ið báðir eru burturstaddir, verður munurin útjavnaður. Tað er púra vanligt og tí havi eg ikki hjálpt samgonguni upp á nakran máta.
Tí vil hann als ikki vera við, at hann upp á nakran máta hevur hjálpt samgonguni. Hann hevur bara gjørt eina avtalu um at greipa við Kristin Michelsen.
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkin, staðfesti í gjár, at allar greipingaravtalur skulu góðkennast av formanninum. Og hann hevur onga greipingaravtalu gjørt og tí var hann vísur í, at ongin slík avtala var gjørd.
Men hetta avsannar Magni Laksáfoss. Hann sigur í fyrru atløgu, at hann boðaði Bárði á Steig Nielsen frá avtaluni hósdagin. Í øðrum lagi veit hann einki um, at greipingaravtalur skulu ganga ígjøgnum formannin.
– Tað kenni eg einki til, og tí havi eg heldur ikki upp á nakran máta verið óloyalur ímóti flokkinum, ella brotið nakra avtalu. Ein greipingaravtala er ein avtala ímillum tveir tinglimir sínamillum, og einki meiri enn tað. Tað er púra vanlig mannagongd, sigur Magni Laksáfoss.
Hann sigur eisini, at henda ongar broytinar, tá ið uppskotið skal viðgerast fyri seinastu ferð týsdagin, fer hann at atkvøða nei, tí hann heldur ikki, at uppskotið er tað rættað.










