-Eg havi ikki altíð ráð til egið heim

- Eg havi ikki altíð ráð til at hava mítt egna heim. Tað er ein stór føst útreiðsla, sum eg havi valt frá

Brot úr samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum í dag. Les alla samrøðuna og góð ráð frá Mariann í blaðnum, sum er í sølubúðunum kring landið í morgin. 

 

- Eg havi ikki altíð ráð til at hava mítt egna heim. Tað er ein stór føst útreiðsla, sum eg havi valt frá. Men eg havi altíð havt onkrastaðni at búgva. Tað ber til at liva eitt gott lív fyri lítið av pengum. Tað er komplekst, krevur stórt umhugsni í gerandisdegnum, men tað ber til, um man tilvitað velur at liva so, sigur 30 ára gamla Mariann Hansen, sjónleikari.

 

 

 

- Hesin lívsstílurin, sum eg havi og eri blivin so góð til at liva, er í veruleikanum ein avleiðing av, at eg havi havt lítið av pengum í mong ár. Eg havi aktivt og tilvitað gjørt mær eina sparsommiliga tilveru, tí tað er vegurin fram at liva væl við tí, eg fortjeni mær, sigur 30 ára gamla Mariann Hansen.

 

 

“Eg eri ikki nakað offur. Hetta er ein lívsstílur”, leggur hon aftrat, nú vit seta okkum at práta um hennara mongu ár í tí mong vildu kalla fátækadømi.

Hon hevur av ymiskum orsøkum frávalt at lata seg stýra av mammon.  Hon kallar tað sjálv fyri “eitt sparsommiligt lív”.