- Eg havi altíð skrivað tónleik í páskahátíðini

Páskirnar eru í hondum og mong eru tey, sum savnast saman við familju og vinum hesar komandi dagarnar, meðan tey halda frí frá arbeiði.

 

 

Men fyri Sunleif Rasmussen eru páskirnar merktar av tónleiki.

 

- Eg havi altíð skrivað tónleik í páskahátíðini, og tað er einki undantak í ár, sigur Sunleif Rasmussen.

 

Og tað er nógv, sum Sunleif hevur at takast við hesar dagarnar.

 

- Fyrradagin varð eg liðugur við verk fyri kór, brasj og sello. So restin av páskahátíðini fer við at reinskriva verkið, og royna at koma í gongd við næsta verkið, ið er bílagt, greiðir Sunleif Rasmussen frá.

 

 

Og kendi komponisturin hevur eisini siðvenjur um páskirnar, sum snúgva seg um tónleik.

 

- Seinnu árini havi eg lurtað eftir báðum Passiónunum eftir J.S. Back. Jóhannes Passiónina plagi eg at lurta eftir langafríggjadag, og Matteus Passiónina lurti eg eftir Páskadag. Ein framúrskarandi tónlistarlig og andalig uppliving hvørjaferð, sigur Sunleif Rasmussen at enda.