– Dommer, ýlur framherjin í bláu og hvítu troyggjuni. «Det er frispark, sigur hann víðari meðan hann liggur á knæ heilt úti við annað hornaflaggið.
Við síðuna av honum stendur René Shaki Joensen við bóltinum fyri føturnar á sær og leitar eftir einum viðleikara at spæla til.
Dómarin hyggur upp á framherjn á U19 liðnum hjá Lyngby og yppur við akslinum og tykist spyrja; »fyri hvat?«
René hevur fylgt ljóshærda framherjanum allan vegin oman í móti hornaflagginum, har hann skumpaði og taklaði bóltin frá framerjanum á fult lógligan hátt.
René er ikki longur ein ungdómsleikari, sum hevur ilt við at finna sítt rættað pláss á vøllinum. Hann er nú ein leikari við Superliga royndum og hevur funnið sítt pláss í miðverjuni.
Tað fekk framherjin hjá Lyngby eisini at merkja á egnan kropp, tá U19 liðini hjá Lyngby og Brøndby møttust á Lyngby Stadium leygardagin.
Debut í knúsandi ósigri
19-ára gamli René Shaki Joensen hevur nú verið í Brøndby í áleið trý ár. Tað byrjaði í fjórðu deild og so smátt hevur hann arbeitt seg uppeftir til hann fyri viku síðani kom á vøllin á fyrsta sinni í Superligaini.
Tað var í útidystinum ímóti AGF, at René varð skiftur inn í seinna hálvleiki. Støðan var 3-0 til AGF tá føroyingurin kom á vøllin. Tað var ein spennandi løta tá tað gjørdist greitt, at venjarin ætlaði at tveita unga verjuleikaran fyri leyvurnar á NRGi parkini í Aarhus.
– Eg fekk ikki anda, greiður René frá, meðan hann situr í sólini á einum bonki á Kløvermarkini har ÍF Føroyar spælir sínar heimadystir.
– Tað fór eitt sus ígjøgnum kroppin á mær og eg hugsaði at nú skuldi eg inn at gera mítt besta, sigur René um upplivingina fyri eini viku síðan.
Tað er nógv, ið fer ígjøgnum høvdið á einum 19-ára gomlu dreingi, tá hann á fyrsta sinni verður skiftur inn fyri eitt so stórt felag sum Brøndby. Serliga tá mótstøðuliðið er á odda 3-0.
– Eg hugsaði um at eg ikki mátti síggja býttur út á vøllinum. Hvat nú um eg gjørdi ein feil, hvat fóru viðmerkjararnir at siga í sjónvarpinum? Hvat fór viðhaldsfólkini og venjarin at siga, og hvat fór mamma at siga, sigur René við einum smíli.
Nógvu tankarnir órógvaðu ungan føroyingin fyrstu løtuna.
– Tú hugsar so nógv at tú stressar teg sjálvan. Fyrstu fimm til tíggju minuttirnar var eg eitt sindur forvirraður av øllum tankunum, ið fóru í gjøgnum høvdið, greiður René frá.
Dysturin endaði við einum 5-1 ósigri. Hóast stóra tapið, so hevur René lært nógv av upplivingini.
– Eg eri glaður fyri at hava fingið meg royndan á besta liðnum. Nú veit eg eisini hvat eg kann vænta mær tá eg komi á vøllin næstu ferð, men eg vanti eg verið róligari næstu ferð, sigur René.
Er nú miðverji
Kritikkurin helgaði oman yvir Brøndby eftir stóra ósigurin í Aarhus. Tí er nærliggjandi at hugsa, at venjarin, Auri Skarballus, hevur valt at verja onkrar av teimum ungu til hetta vikuskiftið. Tí var millum annað René at síggja á U19, ið var á vitjan í Lyngby.
U19 liðið stiðist fyri at tryggja sær eitt heiðursmerki og tí varð roknað við, at teir helst mundu fara at gera av við Lyngby, ið liggur tætt botninum.
Hesi seinastu trý árini hevur René verið alt frá framherja og høgra vongi til høgra bakk og nú miðverja. Tá René skrivaði undir fulttíðarsáttmálan við Brøndby var tað sum miðverji. René er ikki ein typiskur gammeldags miðverji, ið er stóru, sterkur og sparkar alt hann kemur í nánd av niðan á hina hálvuna.
Heldur er hann ein nýmótans miðverji, ið hevur ferð, lesur spælið væl av og hevur góðan bóltførleika til at verða ein miðverji.
– Tað tók sína tíð at venja við at spæla í Danmark og ikki minst í Brøndby. Alt er øðrvísi, Eitt nú er tað ikki lov at sparka bóltin vekk í verjustøðu. Tú skal spæla teg úr trýstinum, eisini tá tú ert hart kroystur, greiður René frá.
Tað hevur tikið eitt sindur av tíð at venja seg við leiklutin sum miðverji, men nú hevur René tað fínt við at verða skansin í verjupartinum.
– Nú dámar mær væl at verða miðverji, men at byrja við var tað torført at ikki skula luttaka í framrættaða spælinum. Hinvegin, so trúgvi eg eisini at eg havi lært nógv av at spæla øll hini plássini áðrenn, tí nú veit eg hvussu teir hugsa, ið eg skal spæla ímóti, sigur René.
Tað at René nú hevur roynt seg á besta liðnum hevur nógv at siga fyri fyrrverandi ungdómsleikaran hjá HB, sum viðurkennur, at hann eisini eina ferð hevur hugsað tankan at blaka alt frá sær og bara flyta heima aftur.
– Tað hevur givið mær nógv sjálvsálit, at nú hava spælt nakrar minuttir á besta liðnum. Tað merkir, at teir trúgva upp á meg og ætla nakað við mær. Tað gevur mær eina motivatión at arbeiða víðari og harðari, sigur René.
Upplivingin á besta liðnum hevur eisini gjørt unga føroyingin róligari tá hann nú spælir við U19 liðnum.
– Nú eri eg róligari á bóltinum, tá eg spæli á eitt nú U19 liðnum, sigur René.
U19 liðið hjá Brøndby tapti eitt sindur óvæntað 2-1 fyri Lyngby leygardagin og liggur nú á fjórða plássi. René kom tó væl frá síni uppgávu sum miðverji.
Málið er fast pláss
René hevur bæði beinini á jørðini, men tað merkir ikki at hann ikki hevur sett sær nøkur høg mál.
– Í stóru myndini hugsi eg longur enn Brøndby. Mær dámar millum annað væl týskan og italskan fótbólt, sigur René. Tað merkir tó ikki, at hann longu aftaná fyrstu minuttirnar á besta liðnum heldur seg verða ov góðan til Brøndby.
– Eg taki eitt fet á gangin og fyrsta málið er at sleppa á Brøndby liðið. Eg vóni at eg um hálvt annað til tvey ár kann gera meg galdandi á Brøndby liðnum, sigur René, sum hevur uppgivið tryggleikan og ein part av gamla lívsstílinum fyri at fylgja dreyminum.
– Eg kann ikki bara fara ein túr í SMS longur ella í Sunset at fáa mær at eta, men tað er ikki nakað, ið eg sakni sum so, sigur René.
Tað er tó eitt, ið René saknar nógv. Nakað, ið flestu ungir fótbóltsleikarar helst gera tá teir flyta av landinum.
– Tað eg sakni allarmest er sjálvandi vinfólkini og at verða saman við teimum, sigur René at enda.
Tað hevur tikið føroyska U-21 landsliðsleikaranum trý ár at fáa fótin fyri seg í Brøndby. Eitt umfar er eftir av donsku landskappingini og leysasøgurnar siga, at fleiri av eldru leikarunum fáa sparkið í summarferiuni. Spurningurin er so um Brøndby hevur í sinninum at geva René fleiri møguleikar á besta lðnum komandi kappingarár.










