Sveinur Tróndarson
Mánakvøldið tá strandingar vandu í høllini á Skála vóru vit og vitjaðu teir. Liðið hevur fyrireikað seg væl til dystirnar móti Kosice. So væl, sum tað nú einaferð ber til í Føroyum. Teir hava vant síðani fyrst í juli mánaði, og teir siga sum í ein munn, at teir ongantíð í lívinum hava verið so væl fyri, sum teir eru nú.
Ein teirra, sum í fjør gjørdist Føroyameistari, og sum samstundis var ein av lyklaleikarunum á liðnum er málmaðurin Jóhan Danielsen. Ein stak evnaríkur ungur málmaður, sum hevur víst, at hann er heilt ótrúliga effektivur ED málinum.
Onkran dystin í fjør var hann skaddur og m. a. fekk hann ein heilaskjálvta, sum mundi hildið honum frá at leika seinasta dystin móti Kyndli. Tann dystin, sum gjørdi teir til Føroyameistarar, og júst tann dystin har Jóhan spældi sum ein brandur.
Og hann hevur viljan at vinna. Altíð. Eisini í Evropa Cup kappingini og hóast mótsøðuliðið er rættiliga sterkt.
Eg vil altíð vinna
- Hetta er ótrúliga spennandi, sigur hann.
- Tað er ein gularót fyri leikararnar, og tað einasta, sum føroyskir hondbóltsleikarar hava at síggja fram til. Vit hava ikki eitt landslið, sum tekur lut í altjóða kapping, og tað er ótrúliga keðiligt. Tí mugu vit útvega okkum altjóða royndir sjálvir, sigur Jóhan og hann veit, at tað kann gerast meiri enn trupult at vinna dystirnar móti Kosice.
- Men eg fari inn fyri at vinna kortini. Eg dugi ikki at fara inn á vøllin við tí fyri eygað, at minimera tapið. Tað klári eg ikki. Men nú mugu vit síggja hvussu langt tað ber. Vit eru so væl fyri, sum vit kunnu vera, tí vit hava vant so nógv sum ongantíð fyrr, sigur ungi málmaðurin
Hava altíð ein kjans
Jóhan Danielsen vil heldur ikki hoyra talan um, at StÍF ikki hevur ein møguleika at vinna´Kosice.
- Tað kann gott vera, at teir hava spælt nógvar landsdystir, men teir eru ikki so øgiligir fyri tað. Teir eru stórir og tungir, men tað kann eisini vera ein fyrimunur fyri okkum, tí vit eru skjótir. Vit hava eisini góðar og royndar leikarar, sum duga væl at spæla hondbólt.
Síðani StÌF gjørdist Føroyameistari hevur liðið fingið ein nýggjan leikara og tað er Hannis Wardum. Tey, sum kenna eitt sindur til hondbólt vita, at Hannis skjýtur so hart sum ein hestur sparkar, og tað er ein styrki at hava ED evropeiskum dysti.
- Sjálvandi er hann ein styrkur í álopinum, sigur Jóhan, sum gleðir seg at sleppa at royna seg móti slovakisku ?kempunum?, sum í fjør komu til annað umfar í kappingini fyri steypavinnarar.