Sum vit skrivaðu í áðni, hevur Helgi Abrahamsen nú lagt frá sær sum landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum. Og hann sigur, at tað er í sátt og semju, at hann leggur frá sær. Hann sigur, at tey hava tosað um hesi viðurskiftini í summar og niðurstøðan er, at tað tænir Sambandsflokkinum best, at hann leggur frá sær.
Tá ið hann nú leggur frá sær, fer hann aftur í starv hjá Sambandsflokkinum, har hansara uppgáva verður at arbeiða fyri at styrkja flokkin og lokalfeløgini kring landið, umframt ungdómsarbeiðið hjá flokkinum,
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at Umhvørvis- og vinnumálaráðið liggur í góðum hondum, nú Magnus Rasmussen. Hann hevur drúgvar royndir, sum borgarstjóri í Runavík og kennir tað politiska arbeiðið væl, eisini landspolitikk, tí hann er løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, umframt at hann er formaður í fíggjarnevndini.
Hann er rætti maðurin at loysa tey stórmálini, sum liggja fyri framman, sigur løgmaður.
Helgi Abrahamsen sigur, at nógv av stórmálunum eru á málstrikuni og hann kundi hugsað sær, at ført tey á mál – men tað er ikki til at vita, tí tað er ofta tá, at trupullueikar taka seg upp. Men tey eru samd um, at hetta er tað, sum tænir flokkinum best og tí fer hann nú frá í sátt og semju.