Ýr Ákadóttir á Tvøroyri hevur brúkt nógva tíð í ungdómsárunum til at arbeiða við list. Hon byrjaði longu sum smágenta at tekna djór, seinni fekk hon veruligan áhuga fyri at mála realistiskt og fór at læra seg tað, og nú vil hon verða betur til at mála fólk.
– Tað harða arbeiðið liggur í at royna seg fram. Tú kanst fáa íblástur og lærdóm við at hyggja eftir video av listafólkum, men skalt tú veruliga læra nakað, mást tú royna teg – ofta. Og tað havi eg gjørt. Eg havi málað ymiskt, sum mær dámar, og á tann hátt havi eg ment meg, sigur hon við Sosialin um vikuskiftið.
Ýr hevur lagt ymisk verk hjá sær út á facebook síður, og á hennara egnu síðu ber til at síggja ymiskar málningar, hon hevur gjørt gjøgnum árini. Nógv av verkunum eru við djórum, men seinnu árini hevur hon eisini málað fólk og ymiskar samansetingar av fólki og djórum.
Ýr hevur eisini gjørt onkur størri verk til almenna rúmið. Á Tvøroyri hevur hon í sambandi við serligt mentanarátak málað stórar hvalir á ein garð, og hon hevur gjørt stóran málning til ungdómsbókasavnið á Býarbókasavninum í Havn.
Ýr hevur eisini fingist við annað kreativt arbeiði, og hon roknar við, at hennara framtíð í útbúgving og arbeiði verður innan okkurt slag av kreativiteti.
– Mær dámar sera væl at sita og mála. Málingin er mítt fríðstað. Tað krevst nógv arbeiði og stórt tol fyri at mála realistiskar málningar, tá ið eg skal mála hvørt hár og hvørja lítla detalju, men eg fái frið í sálina, tá ið eg máli, sigur hon.
Longri samrøða við Ýr Ákadóttir kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.