Í svari til ein grein 52 fyrispurning frá Høgna Hoydal um arktisku strategiina hjá Føroyum, um rammuavtalu um fiskivinnusamstarv við Ísland og um, hvussu løgmaður heldur, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum heldur ásetingarnar í stýrisskipanarlógini um týðandi uttanríkispolitiskar avgerðir, sum skulu til ráðførslu í Uttanlandsnevnd Løgtingsins, letur løgmaður landsstýrismannin sjálvan svara – í svari upp á grein 52 spurning frá Høgna Hoydal, sum kann lesast á slóðini niðanfyri.
Lesið eisini: Tað var ikki neyðugt hjá Jenisi at spyrja
Høgni Hoydal spurdi eisini, hvussu hevur løgmaður í hesum málum hevur útint sína eftirlitsskyldu við, at landsstýrisfólk fyrisita á lógligan hátt, og um, hvør tann politiska grundgevingin er fyri ikki at viðgera slík mál í Uttanlandsnevndini.
Til tað svarar løgmaður, at tað er metingin hjá Uttanríkis-og mentamálaráðnum, at tað formliga ikki var neyðugt at ráðføra seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd fyri at taka avgerð um at leggja fram arktiskan politikk.
Løgmaður vísir eisini til svarið frá Uttanríkis-og mentamálaráðnum, at í sambandi við karmsáttmálan við Íslandi er talan um ein týdningarmiklan sáttmála, smb. § 52, stk. 2 í stýrisskipanarlógini, og sáttmálin er av somu orsøk gjørdur við fyrivarni fyri løgtingsins góðkenning, og at ætlanin er tí at leggja karmsáttmálan fyri løgtingið í næstum sum uppskot til samtyktar.
Hetta heldur Høgni Hoydal vera eitt sera løgið svar.
– Eg havi ongantíð upplivað áður, at ein løgmaður letur landsstýrismannin sjálvan svara einum slíkum fyrispurningi, tá eg biði hann svara mær, hvussu løgmaður sjálvur útinnir sína eftirlitsskyldu.
– Hann svarar ikki upp á tað. Eg eri ótrúliga vónsvikin. Mín niðurstøða er, at løgmaður hevur ikki eftirlit við, hvat Jenis av Rana ger, og løgmaður traðkar ikki í karakter.
– Hesi bæði málini eru so mikið álvarsom, og tað er ikki bara eg, sum havi gjørt vart við hetta, sigur hann og vísir á, at tað var eitt langt orðaskifti á tingi, har samgongufólk vóru púra samd í, at hesi málini áttu at verið fyri í uttanlandsnevndini.
Lesið eisini: Jenis fær ikki sekkin í morgin
Høgni Hoydal ber saman við aðrar støður, eitt nú tá Jacob Vestergaard á sinni gjørdi rammusáttmála við Bretland. Hann var tá til ráðførslu í uttanlandsnevndini bæði áðrenn, ímeðan og eftir at sáttmálin varð gjørdur, sjálvt um hann eisini skuldi fyri Løgtingið.
– Tað er als ikki í lagi, at løgmaður skjýtur seg undir, at talan er um sáttmála, sum seinni skal fyri Løgtingið.
– Eg kann taka eitt javndømi, at um eg var uttanríkisráðharri ella fiskimálaráðharri og gjørdi ein sáttmála við Norðurkorea. Fyri tað um hann seinni skuldi í Løgtingið, so var tað ein stór uttanríkispolitisk avgerð bara at skriva undir ein slíkan sáttmála. Hatta hongur als ikki saman, at landsstýrið konsekvent setir Løgtingið til viks í hesum málunum, sigur Høgni Hoydal.











