Eg eri trongdur upp í ein krók

- Eg eri púra samdur við arbeiðsgevarar og fakfeløg um barsilsskipanina. Men eg eri bundin á hond og fót og fái onki gjørt, sigur Bjarni Djurholm

Bjarni Djurholm er illa sperdur.

Hann er so rørandi samdur við fakfeløgunum og arbeiðsgevarunum um at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at fáa fult ræði á Barsilsskipanini.

Kjak hevur tikið seg upp um barsilsskipanina, síðani Sosialurin fríggjadagin greiddu frá, at landskassin í fjør fór avstað við 8,6 milliónum, sum annars skuldu verið lætnar til foreldur í barnsburðarfarloyvi.

Hetta hevur fingið bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar at krevja, at barsilsskipanin verður broytt, so at hon hereftir verður ein grunnur, sum líkist ALS, har peningurin, sum verður goldin í skipanina, eisini kemur foreldrum til góðar og ikki endar aftur í landskassanum.


Bundin á hond og fót

Bjarni Djurholm staðfestir, at hann vildi heldur enn fegin gingið arbeiðsgevarum og fakfeløgum á møti.

Hann er púra samdur í, at barsilsskipanin skal verða ein grunnur, sum partarnir á arbeiðsmarkninum sjálvir skulu umsita og har teir sjálvir áseta inngjaldið.

Men tað fær hann ikki gjørt, sigur hann.

- Eg eri trongdur upp í ein krók í hesum máli og eri bundin á hond og fót, sigur hann.

Hann sigur, at tað er Løgtingið, sum liggur í buktini, men partvís eisini Landsgrannskoðarin og Fíggjarmálaráðið.

Als er ein skipan, har stýrið fyri skipanina sjálvt ásetir inngjaldið.

- Hinvegin tvíhalda Landsgrannskoðarin, fíggjarmálaráðið og meirilutin í Løgtinginum um, at inngjaldið í ALS og barsilsskipanina eru vanligur skattur.

- Og eftir stýrisskipanini er tað bara Løgtingið, sum kann krevja inn skatt frá fólki.

Tí hava nógvir politikarar Kravt, at ALS verður avtikið sum ein grunnur og løgd undir landið.


Yvir teirra lík

- Sostatt er naggatódn komin ú málið og tað hevur ført við sær, at øll dagføring av ALS, er fullkomiliga steðgað.

- Kemur uppskot fyri Løgtingið um at dagføra ALS, endar tað við, at eg verði noyddur at boyggja meg fyri kravinum hjá Løgtinginum um, at inngjaldið er ein skattur.

Avleiðingin av tí verður, at ALS verður avtikið sum skipanin er nú og verður lagt undir landskassan, akkurát sum aðrir almennir stovnar og Barsilsskipanin.

- Og sostatt verður tað Løgtingið, sum skal áseta inngjaldið og ikki Stýrið fyri ALS.

Bjarni Djurholm er greiður yvir, at hetta hevði ført til rættiligt rok, tí partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava gjørt púra greitt, at tað verður yvir teirra lík, at Landskassin leggur ALS undir seg.

Hann sigur, at hann hevur tvær ferðir roynt at dagføra ALS, men tað kemur ongan veg, tí Løgtingið góðtekur ikki, at ALS er ein grunnur, men vil hava, at skipanin verður løgd undir landið.


Kann ikki rørast

Landsstýrismaðurin sigur, at av tí sama ber heldur ikki til at røra barsilsskipanina.

- Als og Barsilsskipanin líkjast, tí í báðum førum er talan um serlig gjøld, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir gjalda.

Munurin á skipanunum er, at inngjaldið í arbeiðsloysisskipanina, er ásett av stýrinum fyri ALS og inngjaldið í barsilsskipanina er ásett av Løgtinginum.

Hann sigur, at tað ber til at gera Barsilsskipanin til ein grunn, men tað er so vist sum amen í kirkju, at kravið frá Løgtinginum verður, at tað skal vera Løgtingið, sum skal áseta inngjaldið og ikki partarnir á arbeiðsmarknaðinum.

- Tað fer at skapa fordømi og kravið frá Løgtinginum verður, at báðar skipanirnar vera javntsettar. - - Men tað er heilt óhugsandi, at úrslitið av verður, at Barsilskipanin verður skipað sum ALS, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir áseta inngjaldið og umsita hana sjálvir. Eg veit við fullari vissu, at úrslitið verður, at ALS verður skipað sum Barsilsskipanin, har tað er Løgtingið, sum ásetur inngjaldið.

Stóri trupulleikin er, at Løgtingið verður ikki samt um at áseta, hvat er ein skattur ella ikki.

Eisini løgfrøðingar eru grundleggjandi ósamdir um hetta.

- Fyri meiri enn einum ári síðani setti Løgtingið eina nevnd at fáa greiði á hesum. Men nevndin varð ikki samd um nakað og var tíansheldur upployst, áðrenn nakað spurdist burturúr.


Hevur ein prís

Bjarni Djurholm sigur, at prísurin fyri hava Barsilsskipanina undir landinum, sum hon er nú, er, at eitt møguligt avlop fellur aftur í landskassan.

- Hinvegin hevur landið eisini fíggja skipanina, tá ið pengar hava manglað í og tað gjørdu tað øll tey fyrstu árini

- Sum skipanin er nú, er landskassin sostatt eisini trygdin fyri, at skipanin altíð hevur nóg mikið av peningi at gjalda til foreldur í barnsburðarfarloyvi.

Í næstum fer hann annars at tosa við partarnar við arbeiðsgevarar og fakfeløg um framtíðina hjá barsilsskipanini. Tað er ein mánaði síðani at landsstýrismaðurin í vinnumálum fekk tilsøgn frá Landsstýrinum at fara undir arbeiðið at endurskoða barsilsskipanina saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðssetningurin er liðugur fyrsta dagin og fer Vinnumálaráðið at venda sær til partarnar á arbeiðsmarknaðinum