- Eg eri so smátt farin at gleða meg

- Eg eri serliga spentur at síggja hesar serligu náttúrulitirnar rundanum sólarmyrkingina, sigur Finnur Koba.

Ert tú spentur til sólarmyrkingina?

 

- Eg havi ikki hugsað so nógv um sólarmyrkingina. Men, seinastu dagarnar eri eg so smátt farin at gleða meg. Eg eri serliga spentur at síggja hesar serligu náttúrulitirnar rundanum sólarmyrkingina.


 

Tað sigur Finnur Koba, kringvarpsmaður.

 

Hvar fert tú at verða, og hvat fert tú at gera fríggjamorgunin?

 

- Kringvarpið fer at senda beinleiðis sjónvarp nakrar tímar henda morgunin sum eina upptakt til sólarmyrkingina. Eg skal verða vertur, men eg havi fingið lovað at fáa nakrar minuttir frí beint fyri fullu sólarmyrkingina.


 

Skilir tú, at útlendingar í stórum tali koma til Føroya at síggja hesa sólarmyrking?

 

- Vit hava vell øll okkara fetisch. Summi eru bitin av fótbólti, onnur savna frímerkir, og tí undrar tað meg ikki, at nøkur "veiða" sólarmyrkingar kring knøttin. Tað má vera eitt dýrt hobby; men gott fyri Føroyar.


 

Hevur tú upplivað/ hoyrt um aðrar sólarmyrkingar?











 

- Nú eri eg so ungur. Men, eg havi javnan hoyrt um hesar vælsignaðu hønurnar, sum fóru inn í høsnarhúsið í 1954, sigur Finnur Koba.