Jørgen Niclasen visti ikki, at myndugleikarnir vóru farnir at kanna tollviðurskiftini hjá Niclasen-fyritøkuni í Sørvági,
Tað sigur hann í Miðlahúsinum, har hann hevur boðið til tíðindafund, at greiða frá tollmálinum.
Men hann sigur, at fútin hevur boðað frá, at einki grundarlag er fyri at reisa ákæru.
Tað hevur hann, er nóg mikið at reinsa seg.
Men hann heldur lítið um, at próvbyrðan er vend á høvdið.
Tann, sum hevur ákært hann, skal ikki prógva, at hann er sekur, men hann, sum verður skuldsettur, verður noyddur at prógva, at hann er ósekur, og tað er ikki rættur framferðarháttur, sigur hann.
Sí fleiri myndir frá tíðindafundinum við at trýsta HER
Tá ið felagið varð avtikið í 1994, avskrivaði landskassin 52.000 krónur.
Men tað rættvísger ikki, tað, miðlarnir hava ført fram og tískil hevur hann kært Kringvarpið og Portalin, fyri fjølmiðlalógini.
Løgfrøðiliga frágreiðingin vísir, at hann hevur ikki forbrotið seg og somu niðurstøðu kom Fútin til, sigur Jørgen Niclasen.
|










