Eg eri rættiliga skelkað av mínum partafólkum

– Hetta sær mest út til at snúgva seg um makt, sigur Elin Lindenskov, fyrrverandi býráðslimur í Havn

– Eg eri rættiliga skelkað av mínum egnu partafólkum í Javnaðarflokkinum í Tórshavnar Býráð.

Tað sigur Elin Lindenskov, sum er fyrrverandi býráðslimur í Havn, har hon nettupp hevur umboðað Javnaðarflokkin í seks valskeið.

Tá ið hon sat í Tórshavnar Býráð var tað eitt av hennara hjartamálum, at vit fingu eina felags brennistøð fyri alt landið.

Men nú Tórshavnar kommuna og IRF hava lagt ætlanir um at byggja eina felags brennistøð fyri alt landið, hevur Javnaðarflokkurin í Tórshavnar Býráð lagt seg púra tvøran.

Heðin Mortensen, býráðslimur, hevur gjørt púra greitt, at Javnaðarflokkurin fer aldrin at góðtaka ætlanina sum fyriliggur.

Serliga vil Javnaðarflokkurin í býráðnum ikki góðtaka, at Tórshavnar Býráð bara skal fáa ein nevndarlim av sjey nevndarlimum í IRF, sum skal byggja og reka ta felags brennistøðina. Tey stúra fyri, at avleiðingin av tí verður bara, at Havnin skal rinda ein stóran part av útreiðslunum, uttan at hava nakra sum helst ávirkan.

– Sostatt sær tað út til, at hetta vorðið til ein spurning um makt – men eg skilji ikki trupulleikan, sigur Elin Lindenskov.

– Men kanska ber tað til at samráðast um nevndarbýtið. Ein máti kundi verið, at nevndin verður vald eftir fólkatalinum, og tað kann valla vera meiri rættvíst enn tað, sigur hon.

Sjálv ivast hon ikki í, at tað er ein stórur fyrmunur, bæði fíggjarliga og fyri umhvørvið, at savna alt burturkast á einum staði, tí møguleikarnir fyri brenning, endurnýtslu og skiljing verða nógv betri og effektivari.

– Eg dugi slett ikki at síggja nakað skil í at byggja tvær brennistøðir og at Tórshavnar Kommuna skal brúka eina hálva milliard til sína egnu brennistøð.

Yvirhøvur hava vit lítið og einki hoyrt um fíggjarligu og umhvørvisligu fyrimunurnar av at leggja brennistøðirnar saman, heldur fyrrverandi býráðslimurin fyri Javnaðarflokkin.

Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn, sigur, at hon vil hava fleiri kanningar fyri at vísa fyrimunirnir og vansar við at leggja saman, tá ið alt er tikið við, bæði tað at flyta rusk, at endurnýta og skilja rusk, at reka fjarhitafelagið og alt annað, sum hongur uppi í øllum spurninginum um burturkast.

– Eg haldi, at býráðið skuldi gingið henni á møti og gjørt hasar kanningarnar, heldur Elin Lindenskov, hóast hon vísir á, at hetta málið er longu kannað út í æsir í fleiri ár, so hon skilur ikki, at tað ikki skal vera búgvið at taka støðu til.

Spurningurin hevur eisini verið reistur um at flyta alt ruskið uttanlands at verða skilt og brent, ella endurnýtt.

– Tað ljóðar púra ørt í mínum høvdi, men tað ber eisini til at kanna tað, heldur Elin Lindenskov.

– Men í hesum roknistykkinum má atlit eisini takast fyri fjarhitaverkinum og tí útlátið, ið stendst av at føra burturkastið av landinum. Verður ruskið flutt av landinum, verður spurningurin, hvussu hiti fæst til Fjarhitafelagið, sigur hon

Men Elin Lindenskov er rættiliga sannførd um, verður málið kannað enn einaferð, fer úrslitið at vísa, hvussu stórur fyrimunur er við at leggja brennistøðirnar saman.

Elin Lindenskov var forkvinna í Heilsu- og Umhvørvisnevndini, tá ið hon var býráðslimur, men hon sigur, at tað er syndarligt, so lítlan áhuga býráðslimir hava havt fyri brennistøðini.

– Alt, sum hevði við brennistøðina at gera, var ein harður kampur at fáa samtykt, tí eingin hevði áhuga fyri tí, sigur hon.

Tí heldur hon, at tað er nakað spildurnýtt, at áhugin brádliga er so stórur fyri brennistøðini.

– Ein orsøk til tað kann vera, at hetta er eitt mál, sum skal brúkast í valstríðnum til býráðsvalið í heyst.

Men hon væntar eisini, at tað verður ein avbjóðing at fara í valstríð upp undir býráðsvalið við einum boðskapi um, at skattaborgarin í Havn skal bindast til eina íløgu upp á eina hálva milliard, púra óneyðugt.

– Eg veit ikki, hvussu tað verður hjá hesum valevnum at fáa atkvøður, tí hetta er heilt burturvið í mínum høvdi.

– Eg vildi heldur mælt teimum til at brúkt peningin til at gera langhylin lidnan fyri, leggur hon afturat.

Og sjálv ivast hon ikki, tá ið hon sigur, at tá ið krossurin skal setast á næsta býráðsvali, fer hon at seta krossin við eitt valevni, sum tekur undir við at gera eina felags brennistøð.

Annars heldur Elin Lindenskov, at málið hevur so stóran týdning, at hon vil hava ein limafund í Javnaðarflokkinum um málið.