- Eg eri púra málleys!

Dómsnevndin og fólkið valdu eisini Lenu Anderssen til ársins einstakling á Planet Awards 2011.

 

- Eg eri completely surprised, eg eri málleys fyri henda heiðurin, sigur Lena Anderssen, sum fyrr í kvøld eisini fór við heiðurinum sum ársins songkvinna.

Við nýggjastu útgávuni “Letters from the Faroes” hevur Lena Anderssen aftur víst hvørjar dygdir eru í henni.

 

Lena Anderssen er føroysk-kanadisk, og hevur í nógv ár verið virkin í tónleikinum. Hon hevur bitið seg fasta bæði í Føroyum og uttanlands. Eitt nú eru ikki færri enn fimm av løgum hennara við í kendu amerikansku røðini “Felicity”. Harafturat hevur lagið "Can't Erase It" hjá henni verið við í "Scrubs", ið somuleiðis er ein kend røð.

 

Nú hevur hon fingið ikki færri enn tveir heiðrar á Planet Awards 2011.

 

(Mynd: lenamusic.com)