Sarah Mahfoud, sum er heimsmeistari í boksing, býr á Amager. Hon tekur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og er í løtuni í seinastu praktikkini, áðrenn hon skal skriva endaliga uppgávu á útbúgvingini.
Korona hevur hetta seinast árið órógvað hennara frambrot sum boksari.
– Eg hevði júst vunnið heimsmeistaraheitið hjá IBF, og eg sá fyri mær, at nú skuldi eg veruliga vísa, hvat eg kundi. Eg sá fyri mær teir stóru dystirnar, og at eg skuldi vinna fleiri heiti, men so datt alt niðurfyri. Boksingin er farin frá hundrað til null, sigur Sarah Mahfoud við Sosialin um vikuskiftið.
– Eg hevði ein stóran dyst á skránni í Las Vegas í desember í fjør, men hann varð avlýstur. Tað hevur eisini verið trupult at venja hesa tíðina, tí venjingarhøli hava verið stongd ella hava havt avmarkingar. Eg havi fingið vant, men tað hevur ikki verið upp á sama máta. Eg haldi meg í gongd við boksing, renning og styrkivenjing, men tá ið ein dystur kemur aftur á skránna, skal eg veruliga til at venja uppaftur.
– Eg havi ongantíð verið so motiverað sum júst nú. Um onkur hevði spurt meg, hvat eg kundi hugsað mær at brúkt summarferiuna til, hevði eg svarað til harða boksivenjing. Eg gleði meg veruliga, til alt verður meira vanligt aftur, og eg kann boksa dystir aftur og fara eftir fleiri beltum, sigur Sarah Mahfoud við Sosialin.
Longri samrøða kann lesast í Sosialinum hetta vikuskiftið.