Eg eri ikki vorðin nógv klókari

Tað sigur Jenis av Rana, for­maður í Miðflokkinum, sum er í samgongu.

Tá ið spurningurin tók seg upp um, at Jørgen Niclasen hevði snýtt í tolli, var Jenis av Rana so ørkymlaður, at hann heitti á Jørgen Niclasen um at leggja eina frágreiðing fram.
– Støðan var órógvandi og eg helt, at tað hevði tænt lands­stýr­is­manninum at lagt kort­ini á borðið, sigu Jenis av Rana.
Tað gjørdi lands­stýr­is­mað­ur­in á tíðindafundi í Mið­l­a­húsinum fríggjadagin.
Men Jenis av Rana stað­fest­ir, at hann er ikki vorðin nógv klókari eftir at Jørgen Nicl­a­sen legði frágreiðingina fram.
– Eg haldi at málið hevur ikki flutt seg yvirhøvur. Tað er framvegis páhaldið frá journalistunum í­móti páhaldinum hjá lands­stýr­is­mann­i­num. Og eg sakni at journ­a­list­ar­nir leggja avgerandi prógvið at borð­ið sum vísir, at Jørgen Nicl­a­sen hevur svikað, tí enn eru prógvini ikki nóg sannførandi, heldur for­mað­ur­in í Miðflokkinum.
Hann sigur, at eftir tí, sum higartil er komið fram, er ikki grundarlag fyri at krevja Jørgen Niclasen fram, tí Jørgen Niclasen, og journ­a­list­arnir, sum hava fingist við málið, liggja í hvør sínari skot­grøv.
Hann væntar ikki, at sein­asta orðið er sagt enn. Men part­ar­n­ir liggja í hvør sínari skot­grøv og eg haldi ikki, at tað loysir seg hjá øðrum at blanda seg upp í,
Men sum støðan er nú, mugu vit bara bíða og vita, hvat hendir, og so má málið tak­ast haðani frá, sigur for­mað­ur­in í Miðflokkinum.
Hann ásannar, at tyngj­andi skjøl eru í málinum, men tað er ikki nógv mikið til, at hann kann siga nakað um, jørgen Niclasen er sekur ella ikki ella um hann skal hava álit á honum ella ikki.
– Grundgevingarnar eru ikki so sannførandi, at sum er, tori eg ikki at gera eina nið­ur­støðu, sigur Jenis av Rana.
– Men koma onnur skjøl á borðið, kann tað sjálvandi broyta støðuna, leggur hann afturat.