Jógvan á Lakjuni hevur verið ídnasti mótstøðumaðurin ímóti broytingunum í hjúnabandslógini.
- Eg eri ómetaliga harmur og argur um gongdina, og hvussu broytingarnar í hjúnabandslógini vórðu samtyktar, sigur Jógvan á Lakjuni við Sosialin.
- Hetta er óhugnaligur tendensur, tí mann hevur sett gongd á eitt kynsleyst samfelag. Hetta gongur beint ímóti okkara mentanararvi og tí, sum forfedrarnir hava trúð uppá. Tí havi eg barst sum úlvur á skóg ímóti broytingunum í hjúnabandslógini, sigur hann.
Í VikuskiftisSosialinum kanst tú lesa meira um rembingarnar í føroyskum politikki.