- Eg eri ógvuliga spentur

Rógvi Reinert kemur at kalla beinleiðis úr vinnuni - og ikki úr "pappírsveldinum"

Starv

Nýggi aðalstjórin í Fiskimálaráðnum eftir Herálv Joensen, sum er vorðin sendimaður í Keypmannahavn, verður Rógvi Reinert, ið er útbúgvin fiskivinnukandidatur, sum tað eitur. Hann tekur við starvinum, 1. februar.
Síðan Rógvi varð liðugur við sína útbúgving á Universitetinum í Tromsø í Noregi í 1992, hevur hann starvast sum virkisleiðari og stjóri innan flakavinnu og fiskaútflutning.
Vit kunnu tískil siga, at nýggi aðalstjórin kemur at kalla beinleiðis úr vinnuni og ikki úr "pappírsveldinum".
Síðan miðskeiðis í fjør hevur Rógvi havt starv sum fulltrúi í Fiskimálaráðnum.
Rógvi Reinert er 42 ára gamal, nú hann tekur við starvinum sum aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.

Ógvuliga spentur
Enn hevur hann ikki tikið við starvinum, og tí hevur hann heldur ikki hug at gera tær nógvu viðmerkingarnar til uppgávurnar, sum liggja fyri framman.
Rógvi Reinert dylir kortini ikki fyri, at hann tekur við avbjóðingini við lív og sál.
- Jú, eg eri ógvuliga spentur upp á hesa uppgávu, sigur nýggi aðalstjórin í Fiskimálaráðnum.