Eg eri fyri sjálvbjargni

Rodmundur Nielsen,

valevni Fólkaflokksins á Lista A, sjálvandi!

 

Um nakar ivast, so eri eg, sum valevni Fólkaflokksins, fult og heilt fyri sjálvbjargni. Eg haldi, at so nógvar yvirtøkur sum gjørligt skulu fremjast í komandi løgtingsskeiði, og eg haldi at ein komandi nýggj samgonga eigur at seta sær greið mál fyri yvirtøkum.

Vit kunnu sjálvi velja hvørja ferð vit yvirtaka. Yvirtøkulógin er eitt grundleggjandi amboð at gera tær yvirtøkur, sum løgtingið er samt um. Vit eiga at vísa í verki, at her býr eitt fólk í hevur vilja og áræði at ganga á odda og at klára seg sjálvt