B36 vann í dag árligu Klaksvíkskappingina. Í finaluni móti Víkingi vann B36 aftaná brotssparkskapping, eftir at vanliga leiktíðin var endað við 2-2 javnleiki.
Ein av nýggju B36 leikarunum, Høgni Madsen, var eftir dystin væl nøgdur við kappingina. Hann var nøgdur við at vinna báðar dystirnar, umframt at teir fingu brúkt nógvar leikarar.
Harafturat kennir hann seg væl móttiknan millum nýggju liðfelagarnar hjá sær. Hann sigur at tað merkist væl, at B36 er meira á bóltinum, enn hvat FC Suðuroy var í fjør, har Høgni Madsen spældi farna kappingarár.
Við at trýta á videobrotið omanfyri, ber til at hoyra samrøðuna við Høgna Madsen.