Eg eri errin av nýggjársendingini

Hóast feilir vóru í sendingini, eri eg errin av henni, sigur Høgni í Jákupstovu, sum var við til at fyriskipa illa umstríddu nýggjárssendingina hjá Kringvarpinum

- Feilurin hjá okkum var, at vit vildu ov nógv aftur ímóti tí, vit megnaðu undir teimum umstøðum, vit høvdu.

 

Tað sigur Høgni í Jákupsstovu, sum samskipaði nýggjárssendingina hjá Kringvarpinum, við Sosialin í dag.

 

- Jú, eg eri errin av sendingini, av arbeiðinum, ambitiónunum og vavinum av sendingini. At mann tordi at droyma og vildi nakað stórt, hóast umstøðurnar ikki vóru tær bestu, leggur hann afturat.

 

Hann viðgongur, at sendingin bleiv ikki so góð, sum ætlað og høvuðsorsøkin til tað vóru feilirnir við ljóðinum.

 

Les eisini: Hetta royna vit ikki aftur

 

- Harafturat vóru vit óheppin við ymsum, sum gjørdi, at tað bleiv nakað av órógvi í sendingini.

 

Nú, tá ið hann hyggur í bakspegilin heldur hann, at teir áttu kanska at havt valt ta tryggu loysnina, sigur hann við Sosialin.

 

Men hann leggur aftura, at Kringvarpið hevði ilt við at taka støðu  til sendingina og tískil sluppu teir ikki ígongd við fyrireikingarnar fyrrenn beint undan jólum.

 

- Tað darvaði sjálvandi fyrireikingararbeiðinum, tí eitt nú vit vistu ikki endaliga vavið á sendingini og kundu heldur ikki gera bindandi samstarvsavtalur, greiðir Høgni í Jákupsstovu frá.

 

Les meiri í Sosialinum, sum kann keypast VIÐ AT TRÝSTA HER