Eg eri errin av, at so nógvar tjóðir saman kunnu náa so høgum máli

- Jú, nógv spurdu, um Høvdavirkið fór at vera kosið ársins virki í ár, men sjálvur haldi eg tað vera ótrúligt, at vit náddu hesum heiðuri longu í ár. Vit hava bert fýra ár á baki, samstundis sum vit hava onnur virki í Føroyum sum hava klárað seg væl, hóast tað kanska ikki gongur so væl hjá øllum beint nú, sigur Eirikur á Húsamørk

Ársins virki

Lagið var gott á Høvdavirkinum í Leirvik, tá ið Sosialurin vitjaði mánamorgunin, nú virkið á vinnudegnum seinasta fríggjadag varð kosið at vera Ársins virki 2005. Fólk vóru smílandi og fryntlig og tóktust errin av at eiga sín part av hesum heiðuri.
Slíkt fer ikki afturvið borðinum uttan, at okkurt verður gjørt burtur úr, og seinasta leygarkvøld skipaði Høvdavirkið fyri veitslu, har øll tey, sum arbeiða á virkinum og høvdu høvið at vera við, hugnaðu sær.
Røður vórðu hildnar, og blómur vórðu handaðar.

Málleysur
Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum, sigur, at hann gjørdist málleysur, tá ið arbeiðsfólkið handaði honum eina stóra blómusamling fyri heiðurin, sum nú er latin virkinum.
- Eg eri errin av at vera stjóri á einum virki og síggja, hvussu væl so nógvar tjóðir kunnu arbeiða so væl saman og náa so høgum málum, sum vit hava nátt.
Eirikur vísir á, at einsamallur hevði hann ongan heiður vunnið.
- Treytin fyri, at vit kunnu náa slíkum málum, er, at vit hava gott og støðugt arbeiðsfólk, og tað hava vit her á virkinum.
Hann sigur, at tá ið útlendingarnir vóru flestir, taldu teir meira enn helmingin av øllum arbeiðsfólkunum.
- Av umleið 60 arbeiðsfólkum í dag, eru eini 15-20 útlendingar, og teir koma úr so fjarskotnum londum sum eitt nú Afriku, Murmansk og Ruslandi, og onkur hevur verið her, síðan virkið byrjaði fyri fýra árum síðan.
Eirikur sigur, at hann hevur alt gott at bera sínum arbeiðsfólki  eisini útlendingunum, sum eru raskir og góðir at fáast við.
Hann leggur dent á, at hann rósar ikki útlendsku arbeiðsmegini fyri at taka nakað frá føroysku arbeiðsmegini, sum sjálvsagt eru krumptappurin í virkseminum hjá Høvdavirkinum.
- Men nú útlendingar eru so nógv umrøddir í Føroyum, haldi eg einki forgjørt vera í at siga, hvussu hesi fólk roynast á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur hann.

Ótrúligt
Eirikur sigur, at tað eru einar tríggjar vikur, síðan hann fekk at vita, at Høvdavirkið er kosið at vera Ársins virki 2005, men inni á virkinum mánamorgunin skiltu vit, at arbeiðsfólkið visti einki fyrr enn í tíðindunum fríggjakvøldið, sum vinnudagurin hevði verið hendan seinnapartin.
- Jú, nógv spurdu, um Høvdavirkið fór at vera kosið ársins virki í ár, men sjálvur haldi eg tað vera ótrúligt, at vit náddu hesum heiðuri longu í ár. Vit hava bert fýra ár á baki, samstundis sum vit hava onnur virki í Føroyum sum hava klárað seg væl, hóast tað kanska ikki gongur so væl hjá øllum beint nú.
Sum skilst, velir dómsnevndin út nøkur virki, kanska eini 10-14, og síðan verður aftur valt burtur úr, til talið er komið niður á eini 2-4 virkir.
Eirikur vísir á, at áðrenn slíkur heiður verður veittur einum virki, verða mong viðurskifti lýst út í æsir.
- Vit eru sera fegin um, at okkara virkið er kosið at vera ársins virki, og vit vilja gera alt fyri at liva upp til hendan heiður, sigur Eirikur.
Gerandisdagurin er byrjaður aftur á Høvdavirkinum, og mánamorgunin var alt fólkið - meira fegið og arbeiðshugað enn nakrantíð - aftur til arbeiðs.
- Jú, vit eru ógvuliga glað - og ikki sørt errin, søgdu tey, sum Sosialinum hitti hesa løtuna, vit vitjaðu virkið.

Fyritreytin
Eirikur sigur, at fyritreytin fyri virkseminum á Høvdavirkinum er, at bílig orka kann keypast til framleiðsluna, sum er orkukrevjandi.
- Vit keypa orkuna sum heitt vatn fyri kappingarførar prísir frá IRF og sleppa tískil undan at keypa olju.
Hann vísir á, at Høvdavirkið keypir meginpartin av orkuni, sum fellir frá brennistøðini á Hagaleiti.
- Vit avtaka 4 megawatt um tíman, og brennistøðin kann levera 5 megawatt um tíman.
Eirikur sigur, at 5 megawatt, svara til 12 tons av olju um dagin, so virksemið á høvdavirkinum hevði slett ikki latið seg gjørt, um tey ikki høvdu eitt so gott samstarv við IRF.
- Okkara kappingarnneytar eru íslendingar, og teir hava eisini bíliga orku.
Hóast Høvdavirkið keypir orkuna frá IRF, noyðist virkið at hava sína egnu skipan, soleiðis at hendan kann vera tøk, um brenningin hjá IRF liggur still av eini ella aðrari orsøk.
- So hvørt, sum virkið er útbygt, noyðast vit eisini at gera stórar íløgur í eina effektivari skipan enn hana, vit hava. Vit leggja jú dent á at vera ein álítandi avtakari av høvdum, ryggjum og øðrum frá virkjunum, og tí er tað umráðandi, at vit altíð kunnu liva upp til hetta álit sum støðugur avtakari, sigur Eirikur og vísir á, at Høvdavirkið hevur eitt gott samstarv við hini virkini.
Hann heldur tað vera áhugavert at síggja, hvussu tað ber til at samstarva um felagsmál, sum tæna øllum pørtum.

Framleiðslan
Í 2004 keypti Høvdavirkið tilsamans 11.500 tons av rávøru, og úrslitið hetta árið var stívliga 4 miljónir krónur í yvirskoti.
- Meginparturin av rávøruni eru høvd og ryggir, men vit hava eisini keypt smáan upsa, sum er turkaður heilur. Aftrat hesum hava vit turkað pelagisk fiskasløg, sum vit hava keypt úr útlandinum, og henda framleiðsla fer til hunda-og kettuføði.
Eirikur sigur, at pet-food ella føði til kelidjór er ein stórur og veksandi marknaður, og tað er ikki so lítið, sum tey, ið eitt nú eiga puddil-hundar, aðrar hundar og kettur, vilja gjalda fyri fóðurið.
- Tá ið fóðurin fer hiðani, er tað klárt hjá kríatúrunum at eta. Tað er bara ikki pappað í eskjur, men hetta arbeiða vit nú við at fáa upp á pláss.
Stjórin á Høvdavirkinum sigur, at Nigeria er høvuðsavtakari av høvdum, ryggjum og heilturkaður upsa.
- Eitt turkað høvd kostar umleið eina dagløn í Nigeria, og hetta høvdið brúka nierianar til eitt nú súpan til eini 10-15 fólk.
Eirikur sigur, at øll framleiðslan á Høvdavirkinum, er turkaðar vørur.
- Heili upsin verður turkaður, og í keyparalandinum verður hann kryddaður og bloyttur og síðan etin. Tað eru tey ríkaru sum keypa heila upsan í mun til tey, sum keypa høvd og ryggir til bót, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum.