- Eg bíti ikki. Hvat ræðist tú?

Soleiðis verður ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, endurgivin fyri at siga um russiska forsetan, Vladimir Putin.

Vladimir Putin er vorðin kendur fyri sítt langa fundarborð. Soleiðis hittir hann altjóða leiðarar og sínar egnu.

- Set teg niður og tosa við meg. Men, ikki 30 metrar burtur, soleiðis sum tú gjørdi, tá eitt nú franski forsetin og týski ríkiskanslarin vitjaðu teg.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, gjørdi á tíðindafundi í gjár gjøldur burtur úr longu borðunum, sum russiski forsetin, Vladimir Putin, brúkar, tá hann hevur vitjan.

 

- Eg eri tín granni. Hvat er tað, tú ræðist? Lat okkum hittast, segði ukrainski forsetin um sín mótstøðumann á tíðindafundinum.

 

Volodymyr Zelensky heitti enn einaferð á russiska forsetan um ein fund teirra millum, og boðskapurin varð borin á tíðindafundinum í gjár.

 

- Eg eri at hitta. Set teg her hjá mær - og ikki 30 metrar burturi, segði ukrainski forsetin.

 

Vladimir Putin er vorðin kendur fyri sítt langa fundarborð, og sagt verður, at soleiðis hittir hann altjóða leiðarar og sínar egnu ráðharrar og generalar.

 

##med2##

 


 

 

Vladimir Putin er vorðin kendur fyri sítt langa fundarborð. Soleiðis hittir hann altjóða leiðarar og sínar egnu.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, ger gjøldur burtur úr fundarborðinum hjá Vladimir Putin.