Eftirskúli í Føroyum?

Hvalba er ein av vakrastu bygdum í landi okkara. Grønt, slætt og frítt er fyri, bæði í eystur og vestur

Eitt vakurt útsýni eystur í hav, har Lítla Dímun við sínum serstaka, vistfrøðiliga fenaði, hevjar seg upp úr Suðuroyarfirði. Bygdin eigur eisini raskar, dugandi sjómenn, ið hava dirvi og áræði at taka stig og fara undir virksemi, og sum vága fyri at vinna. Tað vísa eitt nú trolararnir, sum bygdin beint nú hevur ognað sær, hóast búskaparlig myrk skýggj á luftini. Prosentvís eiga teir flestu trolarar í landinum, sum eisini eru av bestu fiskiskipum. Tí eigur ein slík bygd at fáa bestu sømdir, so at virksemi og trivnaður mennast.

Men projektið við einum eftirskúla, sum ætlanin er at byggja í bygdini, er oyðslaður peningur. At tveita 90 milliónir niður í ein eftirskúla í Hvalba ella hvar hann nú skuldi staðið í landinum, er ikki serliga skilagott. Vit hava roynt føroyskar eftirskúlar í Danmark, enntá tveir, fyrst í Genner í Suðurjúttlandi, síðani var flutt til Hygum í Vesturjúttlandi, har undirvísingin helt uppat á heysti 1999, tá skúlin læt aftur, tí næmingatalið var fallið so nógv, at fíggjarligt grundarlag var ikki at halda fram við virkseminum. Báðir skúlarnir eru sostatt dottnir niðurfyri. Aðrar orsøkir fyri at skúlin ikki gekk, skulu vit ikki koma inn á. Men fryktast kann fyri, at tað sama hendir við einum slíkum skúla í Føroyum, um hann so stendur í Hvalba, Sandavági, Leirvík, ja, ella í Havn. Vit skulu hava í huga, hvat tað er fyri aldursbólkur, sum skal heimanífrá og ikki sleppur til hús aftur í eina viku. Nøkur føroysk ungfólk velja kanska at taka eina 9. ella l0. floksroynd á donskum eftirskúla, men er hetta talið ikki minimalt? Og hvussu mong fara í hesum tíðum at leita sær til onkra ávísa bygd í Føroyum at ganga í skúla? Sum er, eru trupulleikar, bara grannabygdir leggja skúlar saman, tí frástøðan frá heiminum gerst ov long.

Skal farast undir ein slíkan veldigan skúlabygning, átti í hvussu so er í fyrsta umfari verið gjørd ein royndartíð, um grundarlag og áhugi er fyri honum. Tað hevði møguliga borið til at brúkt part av bygdarskúlanum, ella leigaði hølir, t.d. er ein stór ítróttarhøll í bygdini, sum í eitt skiftið kundi verið innrættað til endamálið. Tíverri standa eisini nógv sethús tóm í Suðuroynni. Tað hevði borðið til at leigað okkurt av hesum til næmingar - hvussu mangir teir nú verða, ið koma aðrastaðni frá úr landinum. Hetta hevði so kosta nógvar tíggjutals milliónir minni. Tað hevur so altíð verið hildið skilagott at royna seg fram og at byggja seg upp frá grundini. At gera skorsteinin fyrst, er ikki so klókt. Gerst skúlin tann succes, ið onkur møguliga heldur, ja, so kundi verið farið víðari. Tó kann væntast, at ein slíkur skúli verður bara eitt upplop, síðani kemur bygningurin at standa sum eitt av teimum nógvu ræðandi minnismerkinum kring landið - ið standa, ella liggja - og minna á skeivar millióna íløgur.

Tær 90 milliónirnar høvdu nokk komið til størri nyttu í Hvalba, um tær vóru brúktar til eitt nýtt berghol, at bøtt um havnalagið, og aðrar skapandi íløgur í bygdini. Hvalba fekk fyrsta tunnil í Føroyum fyri skjótt 50 árum síðani. Hann er als ikki tíðarhóskandi, tí hann er ikki gjørdur til ta ferðslu og til tað flutningsmynstur sum í einogtjúgundu øld fer fram uppi á landi.

Hvalbingar fara nokk at klára seg so leingi nakað er at taka upp úr havinum. Men ein eftirskúli fer ikki at menna bygdina, so mikið eru tíðir broyttar síðani háskúlatíðina "i de gode grundtvigske dage".