Eftirlønarútgjaldið hækkar

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin boðar í dag frá, at tey hækka eftirlønina við 3,3 prosentum.

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin boðar í dag frá, at stýrið hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 3,3% frá 1. januar 2016.


Tað merkir, at eftirlønin hækkar við hundrað krónum, og verður gjaldið framyvir 3.110 kr. um mánaðin, sum er 37.320 kr. um árið.


Tað er lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, ið ásetir, at stýrið skal áseta útgjaldið fyri hvørt ár.


Stýrið upplýsir, at eftirlønarútgjaldið var 88% av inngjøldunum í 2014 og væntast at vera  gott 90% av inngjøldunum í 2015. Í 2014 vóru útgoldnar nærum 253 mió. kr. í eftirlønum úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum