Eftirlit við SEV-monopolinum er alneyðugt

- Tað er neyðugt, at tað almenna hevur eftirlit við sáttmálum hjá eini monopol-fyritøku sum SEV, tí at ein slík fyritøka nýtist ikki at vera eins varin við útreiðslunum og ein fyritøka, ið virkar undir marknaðarbúskaparligum treytum, sigur Bjørn á Heygum, advokatur

Nú er aftur galið í samráðingunum millum SEV og Maskinmeistarafelagið, eftir at landsstýrið fyri aðru ferð innan tvey ár hevur vrakað ein sáttmála millum partarnar.
Bjørn á Heygum, advokatur, sigur, at eftirlitið, sum landsstýrið hevur á hesum økinum er neyðugt.
- Eg skilji væl, at tað almenna tekur fyrilit fyri slíkum sáttmálum, ið verða skrivaðir av einum inter-kommunalum felagsskapi, hóast eg ikki taki undir við tí samráðingarstøðu, sum SEV og Maskinmeistarafelagið samráðast undir.
Bjørn á Heygum vísir á tað støðu, ið SEV hevur sum einasti el-veitari á tí føroyska marknaðinum.
- Hetta er ein serlig støða, har SEV sum ein monopol-fyritøka ikki samráðist undir teimum treytum sum t.d. tað privata vinnulívið ger. Ein privat fyritøka kann nevniliga altíð bera hækkaðar lønarútreiðslur víðari yvir á brúkaran at gjalda, sigur Bjørn á Heygum.
Tí heldur hann, at tað er neyðugt frá almennari síðu at hava eftirlit við almennum monopol-fyritøkum. Útreiðslustøðið hjá slíkum felagsskapum og fyritøkum er vanliga hægri enn hjá øðrum líknandi fyritøkum, og tí nýtist teimum ikki at vera eins varin á útreiðslusíðuni.
Orsøkin til at landsstýrið hevur fingið ein veto-rætt í kommunustýrislógini í sambandi við slíkar sáttmálar er, at SEV er ein interkommunalur felagsskapur og harvið ein almennur stovnur, ið landsstýrið varar av.
- Tað er alneyðugt við einum slíkum eftirliti, men tað skuldi møguliga verið framt í verki gjøgnum aðrar mannagongdir, so at vit ikki uppliva hesa støðuna aftur og aftur, sigur Bjørn á Heygum.

Vantandi samskifti
Bjørn á Heygum heldur, at SEV sleppur ov lætt at hækka lønirnar hjá maskinmeistarunum uttan at taka onnur fyrilit.
- Samskiftið millum SEV og Fíggjarmálaráðið burdi verið betri, og hesar samráðingarnar hava eisini víst eina vantandi kenslu av, hvat er møguligt í hesum sáttmálanum. SEV kann als ikki forsvara, at teir halda fram við at samráðast á henda hátt, sigur Bjørn á Heygum.
- Undir øllum samráðingum er tað ein grundleggjandi fortreyt, at samráðingarnevndirnar eru suverenar og kunnu taka endaligar avgerðir ístaðinfyri at skriva undir sáttmálar við fyrivarni. Tað er ein keðilig støða, at vit hava ein triðja part, ið ikki tekur lut í samráðingunum, tí sjálvandi er tað betri, at tann parturin, ið hevur síðsta orðið, er við í samráðingunum, sigur Bjørn á Heygum, sum harvið mælir landsstýrinum til at taka lut í samráðingunum, so at eitt møguligt úrslit altíð var endaligt.
- Vit kunnu seta eitt stórt spurnartekin við, um hetta er talan um realitetssamráðingar, tá almenni eftirlitsmyndugleikin ikki er við. Úrslitið er jú viriðsleyst, sigur Bjørn á Heygum.