Eftirlit kann ikki forða fyri brotsverkum

Maðurin, sum er skuldsettur fyri manndráp í Hvalba, var undir eftirliti av Kriminalforsorgini, men eftirlitið kann ikki forða fyri einum brotsverkið, sigur leiðarin av Kriminalforsorgini, Elkin Klettheyggj

Hvussu kann tað henda, at ein maður, sum hevur ein treytaðan dóm, og er undir eftirliti av Kriminalforsorgini, fer út og ger eitt brotsverk, sum 23 ára gamli hvalbingurin er skuldsettur fyri?

Tað eru nógv, sum standa spyrjandi, nú tað er komið fram, at ungi hvalbingurin, sum er handtikin og skuldsettur fyri at stinga Hjalmar Holm tríggjar ferðir í hálsin, fyri kortum fekk ein treytaðan dóm fyri millum annað eldáseting og at skjóta eftir politinum. Hann sat inni í teir fimm mánaðirnar, sum hann var varðhaldsfongslaður, men var leyslatin eftir dómin, sum var partvís treytaður.

Treytin var, at maðurin fór í viðgerð fyri rúsevnismisnýtslu og í sálarliga viðgerð. Hetta skuldi vera galdandi í eini royndartíð á tvey ár undir eftirlitið av Kriminalforsorgini.

Maðurin var sostatt undir eftirlitið enn, tá sorgarleikurin í Hvalba hendi, og hann er nú skuldsettur og handtikin fyri morð.

Elkin Klettheyggj, leiðari av kriminalforsorgini vil ikki siga nakað um einstøk mál, men greiðir frá, at eitt eftirlit í stóran mun er samrøður, og at tað ikki í sær sjálvum kann forða fyri, at tílíkt hendir.

Eftirlitið er samrøður
- Vit kanna ikki hvørt fet, sum fólk taka, men tey koma inn til samrøður hjá okkum javnan, har vit tosa um, hvat endamálið við viðgerðini er, og um hvussu tað gongur hjá teimum. Vit halda sostatt eyga við, hvussu tey eru fyri sálarliga, og um tað tykist, sum tey hava tað gott.

Ofta snýr tað seg um hugburðin hjá viðkomandi mótvegis samfelagnum, rúsevnum ella øðrum. Á tann hátt er tað eitt slag av uppdragisli til samfelagið, sigur hon.

Fyrsta árið eru samrøður eina ella tvær ferðir um vikuna. Um viðkomandi skal í viðgerð fyri rúsevnismisnýtslu, verður somuleiðis hildi eyga við, um hann ella hon í roynd og veru er í viðgerð.

Tá viðgerðin er liðug, ganga myndugleikarnir út frá, at fólk eru edrú.

- Vit biðja tey ikki blása í eitt alkometur, men vit hyggja eftir, um tey eru edrú, tá vit hitta tey, og spyrja tey sjálvsagt. Um vit ikki hava orsøk til at halda annað, enn at tað gongur gott, gera vit ikki meira við tað, sigur Elkin Klettheyggj.

Fólk, sum eru undir eftirlitið í tvey ár, hava færri samrøður annað ári. Lógin sigur tó, at tað skal vera minst ein um mánaðin.

- Tað er sjálvasagt lætt at halda seg edrúan til eina samrøðu um mánaðin, men um vit hava eftirlit við onkrum, hendir tað ofta, at avvarandi siga okkum frá, um teirra kæru eru á vandakós, sigur hon.

Eins og við alkoholviðgerð, er eisini eftirlit við, um ein persónur fær tað sálarligu hjálp, sum viðkomandi skal hava í sambandi við ein dóm.