Fríggjakvøldið varð ein 28 ára gamal maður úr Sørvági eftirlýstur av løgregluni. Hann varð seinast sæddur á Argjum um 19 tíðina, og hevði ongin sæð hann síðani tá. Maðurin varð funnin aftur sunnudagin, tá fólk í Kirkjubø komu aftur úr kirkju. Tey hugdu niðan í hagan, og har síggja tey okkurt, sum líkist einum fólki. Hann var dottin oman fyri hamaran í Kirkjubø, nakað sunnan fyri Sverrisholu.
Løgreglan metir, at hann var ókendur á leiðini, og at hetta var orsøkin til, at hann er dottin. Maðurin er helst deyður av fallinum.