Tað kunnu vera eftirgjørd atgongumerki til Voxbotn í umferð. Tí heita fyriskipararnir á øll, sum hava keypt atgongumerki á netinum ella privat á annan hátt um at eftirkanna atgongumerkið.
Fyriskipararnir av Voxbotn boða í kvøld frá, at tað kunnu vera følsk og eftirgjørd atgongumerki í umferð. Fyriskipararnir og løgreglan hava tó tikið gerningsmennirnar, og løgreglan tekur sær nú av málinum. Somuleiðis eru nøkur av eftirgjørdu atgongumerkjunum tikin inn aftur, men tó kunnu framvegis nøkur vera farin í umfar.
Tí mæla fyriskipararnir og løgreglan øllum til at hyggja væl eftir og vera ansin, um fólk hava ella keypa atgongumerki frá privatum persónum, á net-torgum, Facebook v.m.
Somuleiðis heita fyrireikararnir á fólk við atgongumerkjum um at vera í góðari tíð, har fólk fáa armbond, tí øll atgongumerki verða eftirkannað eina eyka ferð, og kann hetta tí taka eitt sindur longri tíð enn vanligt.