Rumenski forsetin, Klaus Iohannis, hevur gjørt av at leggja forsetasessin frá sær. Hann sigur, at hetta ger hann fyri at spara Rumenia og rumenska fólkinum fyri eina kreppu.
Formelt leggur hann frá sær mikudagin.
Tað fór sum ein skelkur gjøgnum rumenska samfelagið, tá ein lítið kendur og russiskt vinaligur politkari, Calin Georgescu, vann fyrsta umfar av rumenska forsetavalinum hin 24. november.
Hetta vakti illgruna um russiska manipulatión av valinum, og valúrslitið varð eisini kolldømt av rumensku rættarskipanini.
Upprunaliga skuldi Johannis Klaus leggja frá sær fyri ársskiftið, men orsakað av óvissuni kring valið í november, skuldi hann verða sitandi, til nýval varð hildið hin 4. mai.
Men nú er so avgerðin tikin um, at hann leggur frá sær beinanvegin - og formelt mikudagin komandi, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.