Eftirútbúgving, merkonom

Møguleikar og hugur hjá fólki at útbúgva seg gjøgnum lívslanga útbúgving fær alt størri týdning, skal eitt samfelag standa seg í altjóða kapping.

Eitt samfelag í støðugari broyting krevur, at borgararnir hava betri og betri útbúgving. Tey bestu og mest áhugaverdu arbeiðsplássini verða latin teimum, ið hava góða útbúgving ella, sum áhaldandi royna at útbúgva seg.

Tað er veruleiki, at møguleikar í arbeiðinum verða nógv ávirkaðir av, um tú ert hugaður áhaldandi at dagføra ella menna tína fakligu dygd og førleika. Í privatum og almennum virkjum í grannalondum okkara hevur verið ásannað, at eftirútbúgving av medarbeiðarum eigur at vera ein hornasteinur í starvsfólkapolitikkinum, tá umræður at laga seg til nýggjar, broyttar tíðir.

Við hesum veksur tørvurin á fjølbroyttari og dynamiskari eftirútbúgving av arbeiðsmegini, sum skal verða før fyri at taka av nýggjum og spennandi avbjóðingum virkinum, stovninum og landinum at frama. Fleiri og fleiri virki og stovnar eru í ferð við at leggja útbúgving og eftirútbúgving í fastar karmar. Útbúgvingarskrá verður gjørd fyri medarbeiðararnar sum ein natúrligur partur av virkseminum.



Fleiri virki/arbeiðspláss heita á arbeiðsfólk-/starvsfólk um at fara í holt við at fáa sær merkonomútbúgving. ? Merkonomútbúgvingin verður løgd afturat vinnulívsroyndum tínum.


Nýggj merkonomútbúgving

við nýggjum bygnaði og fakligum innihaldi

Orðið merkonom er smíðað av orðunum merkantil og økonomi.

Merkonomútbúgvingin hevur fingið stóra undirtøku síðan hon byrjaði. Merkonomútbúgvingarskipanin er bæði sett saman av skeiðum og av modulum, ið ger hana sera nýtiliga fyri brúkaran. Sí aftast í tilfarinum. Í ætlanini fyri ta nýggju merkonomútbúgvingina verður sami framferðarháttur nýttur. Einstakar broytingar eru tó farnar fram, ið gera hana meira hóskandi til tørvin í dag.

Tey lesandi á merkonomútbúgvingini høvdu fingið nógv um at vera og vóru meira strongd, bæði tá tey vóru til arbeiðis og heima við hús. Tí er bygnaðurin í úbúgvingini broyttur soleiðis, at tey lesandi fáa eina kenslu av at tey megna útbúgvingina betur, bæði viðvíkjandi orku og tíð.

Harumframt er fakliga innihaldið dagført. Lærugreinirnar skulu vera nútíðarligar eins og tær skulu vera varandi, so tær eru nýtiligar til tey krøv, ið verða sett nútíðar virkjum og stovnum. Henda førleika fáa tey lesandi í tí nýggju merkonomútbúgvingini við teimum nýggju lærugreinunum og lesiætlanunum.

Ta modulskipaðu merkonomútbúgvingina kanst tú nýta upp á tveir mátar

?Tú kanst lesa eina av teimum sjey merkonombreytunum ella

?Tú kanst velja júst tær lærugreinar, sum hava tín størsta áhuga

Á henda hátt er merkonomskipanin framhaldandi ein útbúgvingarskipan og ein skeiðsskipan.

Eins og higartil enda øll skeið við próvtøku. Próvtøkan er títt prógv, ið sigur, at tú hevur lært eitt fakøki.


Breytir og lærugreinir

Sjey breytir eru í tí nýggju merkonomútbúgvingini. Hvør breyt vendir sær til eitt meginøki innan eitthvørt virki ella stovn. Tær sjey breytirnar hava hesi heiti:

?Umsiting

?Nýskapan (Innovatión)

?Millumlanda handil

?Logistikkur

?Marknaðarførsla

?Starvsfólkamenning

?Búskaparstýring



Flestu privat og almenn virki, uttan mun til stødd og vinnugrein, hava uppgávur við júst hesum arbeiðsøkjum.


Ein merkonombreyt

Ein heil merkonombreyt umfatar


?3 felagslærugreinir á 45 frálærutímar

?2 serlærugreinir á 45 frálærutímar

?1 serlærugrein við verkætlan á 90 frálærutímar

?1 vallærugrein á 45 frálærutímar


Felagslærugreinar

Tær 3 felagslærugreinarnar eru í øllum sjey merkonombreytunum, tí tær viðgera evni, sum eru týdningarmikil uttan mun til hvørja arbeiðsuppgávu tú hevur. Lærugreinarnar eita Leiðsla og samstarv, Virkisskipan og Virkisbúskapur.


Serlærugreinar

Innan serlærugreinina fert tú undir tey evni, sum eru týdningarmikil fyri tað starvsøki í virkinum, sum tann valda breytin er ætlað til.


Vallærugreinar

Nú fært tú fyri fyrstu ferð møguleika sjálv/-ur at ávirka merkonomútbúgvingina. Innan serlærugreinirnar (45 frálærutímar) og eykalærugreinarnar skalt tú velja tær eina vallærugrein, ið nøktar tíni egnu áhugamál og tørv.


At leggja eina merkonomútbúgving til rættis

Umframt tær stóru serlærugreinarnar á 90 frálærutímar eru allar hinar lærugreinarnar í tí nýggju merkonomútbúgvingini _-árs lærugreinar. Tað fær týdning, tá tú skalt leggja til rættis, hvussu tú skalt fullføra breytina, tú hevur valt.

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir merkonombreytirnar og hvussu tær kunnu fullførast eftir 3 árum. Tú kanst eisini lesa eina breyt eftir 4 árum. Gev tó gætur, at tú ert tann, ið leggur til rættis. Tí kanst tú velja at fara skjótari ella seinni fram í lestrinum enn mælt er til í yvirlitinum. Harumframt kanst tú eisini velja at lesa lærugreinarnar í eini aðrari raðfylgju.


Tú gert sjálv/-ur av, hvussu nógv ár, tú nýtir til útbúgvingina. Tú hevur eisini stóra ávirkan á, í hvørjari raðfylgju tú vilt lesa lærugreinarnar. Nakrar lærugreinar seta krøv til førleikan, men annars kanst tú sjálv/-ur leggja til rættis.


Frálæran verður løgd til rættis

Nýggi merkonombygnaðurin merkir, at allar lærugreinar við 45 frálærutímum kunnu fullførast, verður frálæran 3 frálærutímar eina ferð um vikuna í eitt hálvt ár. Tað sama kunnu tær stóru serlærugreinarnar við verkætlanum, ið hava 90 frálærutímar. Tær taka tó vanliga eitt ár at fullføra.

Tú kanst taka lut í frálæruni og fara upp til próvtøku antin í desember/januar ella í mai/juni.

Merkonomútbúgvingin á handilsskúlanum gevur tær størri førleika at átaka tær størri uppgávur í vinnulívinum. Uppgávur, ið samstundis eisini krevja størri ábyrgd.

Merkonomútbúgvingin er liðiliga skipað. Møguligt er at seta saman júst teir lærugreinabólkar, sum tú hevur brúk fyri í tínum núverandi ella komandi arbeiði. Við øðrum orðum kanst tú sjálv/-ur velja, hvørji øki tú vilt hava størri innlit í, og á hvørjum økjum tú vilt verða dugnaligari. Ætlar tú tær at skifta arbeiði, kanst tú umskúla teg við merkonomútbúgvingini alt eftir tørvi.


Kvøldskúli í Havn, Eysturoy, Klaksvík, Suðuroy, Eysturoy og Vágum


Frálæran er løgd soleiðis til rættis, at tey lesandi umframt lesturin kunnu røkja vanliga arbeiðið. Tað gerst alt meira vanligt, at virki vilja hava, at arbeiðsfólkið fer í víðari útbúgving, og at tey fara undir merkonomút-búgvingina. Í ávísum førum gjalda virkini eisini frálærukostnaðin og bøkurnar. Tey gjalda henda kostnað við tí fyri eyga, at ar-beiðsfólk, ið fegið vil útbúgva seg, er ein góð íløga fyri virkið.


LÆRARAR

Lærarar, sum undirvísa á merkonom, hava allir hægri ástøðiliga útbúgving og hava samstundis hollar royndir á økinum. Flestu teirra hava beinleiðis tilknýti til vinnulívið, og tað tryggjar sostatt eisini útbúgvingini eitt tætt samband við vinnulívið. Á henda hátt verður alla tíðina tryggjað, at frálæran verður eitt skifti millum ástøðiligt og praktiskt tilfar.

Undirvísingin fer fram við fyrilestrum, kjaki, bólkaarbeiði og prosjektarbeiði. Vanliga skúlagongdin er um kvøldið frá september til apríl.


ENDAMÁL

Merkonomútbúgvingin er ætlað fólki, ið eru í vinnu innan handil og umsiting og hava tørv á og ynski um eina útbúgving, sum hevur samband við dagliga yrki teirra. Útbúgvingin liggur á einum støði, ið liggur millum grundútbúgvingar á handilsskúlanum og útbúgvingar framdar á handilsháskúla- og universitetsstigi. Undirvísingin er soleiðis grundað á nýggj granskingarúrslit lagað til dagliga nýtslu.

Merkonomútbúgvingin er mest ætlað teimum meira tilkomnu, sum hava hug og nóg mikið av orku at nýta frítíð sína við 3-6 tímum um vikuna á skúlabeinki. Roknast kann við nakað av tíð til heimalestur, 5 tímum til heimarbeiði fyri hvørjar 3 tímar í skúlanum.

Merkonomútbúgvingin er ein viður-kend útbúgving, sum fleiri nýta í strembanini at gerast dugnaligari á arbeiðsplássinum


FORTREYTIR

Nýtiligar fortreytir at fáa mest burturúr eru:


1.Skrivstovu- ella handilsútbúgving

2.Onnur vinnuútbúgving

3.Vinnulívsroyndir annars, ið hava samband við tær valdu lærugreinirnar


Í summum førum er undirvísingin í einari val-lærugrein treytað av prógvi í einari aðrari merkonomlærugrein. Til nakrar av lærugreinunum krevst grundleggjandi kunnleiki til bók-hald og roknskap.

Ert tú í iva, um tínar fortreytir eru nóg góðar, skalt tú ikki setast aftur av teirri orsøk. Vend tær til skúlan við møguligum spurningum. Ring tlf. 317177.

Hevur tú eina merkonombreyt, er skjótt at taka eina afturat, tí lærugreinir ganga aftur í teimum ymsu linjunum.


PRÓVTØKA

Í summum lærugreinum er próvtøkan skrivlig og í øðrum er próvtøkan munnlig. Skrivliga próvtøkan varar 4 tímar. Próvtøkurnar eru í des./jan. og apríl-/mai. Fyri at standa eina roynd krevst próvtalið 6.

Sjálvlesandi hava eisini møguleika at tekna seg til próvtøkur. Hetta skal gerast 3 mánaðir áðrenn próvtøkan verður. Havið í huga, at í summum lærugreinum skulu prosjekt gerast, áðrenn farið verður til próvtøku. Sjálvlesandi skulu gjalda 400 kr. fyri hvørja lærugrein og verður at gjalda við girokorti, sum fæst á handilsskúlanum.


PROSJEKT

Ein treyt fyri at fara til próvtøku í øllum 90-tíma lærugreinunum er, at næmingurin innan ásetta tíð hevur gjørt eitt prosjekt, sum verður partur av munnligu próvtøkuni.

Endamálið við prosjektinum er at venja luttakararnar til:


- vælskipaða málsviðgerð

- innsavnan og viðgerð av keldum

- vælskipaða, skrivliga og munnliga framløgu og at tryggja neyvari kunnleika til týðandi partar innan tær ávísu lærugreinarnar.

Verður prosjektið ikki latið inn til tíðina, sleppur viðkomandi ikki til próvtøku.

Handilsskúlin gevur tær fegin fleiri upplýsingar um merkonomútbúgvingina. Ring og greið frá ætlan tíni.


Fjarlestur, merkonom

Nú er møguleiki at lesa fleiri merkonomlærugreinir sum fjarlesturRoyndir lærarar eru knýttir at fjarlestrinum. Hesir fara at rætta og gera viðmerkingar til uppgávurnar, sum tann lesandi skal svara undir lesnaðinum. Hevur tú rent teg fastan í lesnaðinum, ber til, um telefonina, at fáa hjálp.

Hóast fjarlesturin sum so fer fram við hjálp frá donskum lærarum, so verður próvtøkan í Føroyum og fer fram sum próvtøkur annars á merkonomútbúgvingini.

Teldufjarlestur hóskar væl til teirra sum:


?hava skiftandi arbeiðstíðir

?hava brúk fyri at lesa, tá ið tað hóvar teimum

?hava langan veg í skúla

?ferðast nógv í arbeiðinum


Treytin at kunna taka lut er, at tú skalt hava atgongd til:


?Pentium teldu minst 200 MHz , Windows 95, Windows 98 ella NT 4.0 ella nýggjari, 32 MB RAM best 64 MB RAM og í minsta lagi 50 MB tøkt pláss á harðdiskinum.

?Telefonlinju og telefonmodem og smaband við Internetið

?Prentara


Vilt tú vita meira um henda háttin at lesa merkonom, skalt tú seta teg í samband við handilsskúlan tlf. 317177. Vit hava tilfar at senda út, um biðið verður um tað. Eisini ber til at hyggja at heimasíðuni: www.merkoflex.dk


Staklærugreinir á FHS- og HH-støði

Umframt merkonomlærugreinir hevur tú møg-uleika at lesa ávísar lærugreinir á FHS- og HH-støði.

Á FHS-støði kann talan verða um hesar lærugreinir: Virkisbúskapur C, Enskt C, Marknaðarførsla C, Týskt E og Informasjónsviðgerð C (tekstviðgerð á teld).

Á HH-støði kann talan verða um hesar lærugreinir: Støddfrøði á B-stigi og Virkisbúskapur B við roknskapi. Sí annars lýsingina (tekningarblaðið).


Føroyskt, alment skeið

Sum nakað nýtt fer handilsskúlin komandi vetrarnar at hava alment skeið í føroyskum frá kl. 16.00 til 18.30 (3 skúlatímar). Skeiðið varar um 27 vikur. Byrjað verður fyrst í september.

Evnini í undirvísingini verða rættskriving, mállæra, málrøkt og málburður. Føroyskar bómentir. Gjøgnumgingnar verða hentar rættskrivingarreglur..

Kostnaðurin fyri skeiðið er 800 kr. Roknast má við at kostnaðurin fyri undirvísingartilfarið verður um 200 kr.

Sí tekningarblað. Freistin at tekna seg til kvøldskúlan í Havn er 10. august.

Á vári ár 2000 verða hesar merkonomlærugreinar á skránni: ?Virkisbúskapur?, ?Virkisfyriskipan?, ?Leiðsla og samstarv, Greining og fígging, Kreativar loysnir, Altjóða vinnulívsrættur, Arbeiðsrættur, Millumlanda distributión og Marknaðargreining og -strategi


KOSTNAÐUR

Kostnaður fyri hvørja merkonomlærugrein er 500 kr. Kostnaðurin fyri FHS- og HH-staklærugreinir er 300 kr. tilsamans og ikki 300 kr. fyri hvørja lærugrein. Hvør luttakari rindar eisini eitt depositum kr. 250.

Undirvísingin í Havn fer fram mána- og mikukvøld. Sí annars tilmeldingarblaðið.

Sum sæst niðanfyri ganga summar lærugreinar inn í fleiri breytir. Hevur tú tikið eina breyt, verður skjótari at taka ta næstu breytina, um hugur og orka eru til tess, tí grundlærugreinirnar eru tær somu, og kanska hevur tú eisini tikið eina av serlærugreinunum. T.d. gongur lærugreinin starvsfólkafyrisiting inn í breytirnar Fyrisiting og Starvsfólkamenning.

Merkonomskipanin




*) Vallærugreinin kann vera ein hvør onnur lærugrein á hinum breytunum, sum tú ikki lesur. Hevur tú sett tær fyri at lesa breytina Logistikkur kann vallærugreinin verða t.d. ?Almenn marknaðarførsla? ella ?Millumlanda handil?.

Grátónaðu lærugreinarar verða bjóðaðar út bæði á heysti og um várið. Um heystið 1999 verða tær lærugreinar, sum H stendur við, bjóðaðar út. Á vári ár 2000 verða tær lærugreinar útbjóðaðar, sum V stendur við. Nú ber sostatt til at leggja sær eina ætlan, hvørjar lærugreinar skulu nemast komandi skúlaár.