Effo hevur lækkað oljuprísin

Effo hevur í dag príslækkingar yvir alla linjuna

 

Størsta lækkingin er á bensini, sum nú kostar 14,6 krónur hjá Effo, sum er 44 oyru bíligari enn í morgun.

Diesel lækkar 37 oyru til 13,49 krónur, og húsarhaldsoljan lækkar 38 oyru til 12,75 fyri liturin.

Í gjár frættist, at prísurin á eini tunnu av amerikonsku tilvísingaroljuni, WTI, fall við níggju prosentum til undir 100 dollarar fyri tunnuna. Tað svarar til umleið 745 krónur. Tað er fyrstu ferð síðani 11. mai, at prísurin á undir tað støði, sum verður mett sum eitt psykologiskt tilvísingarpunkt.

Ein tunna av evropisku Brent oljuni fall við tíggju prosentum til 102 dollarar fyri tunnuna. Tað hendir eftir tvær vikur við stórum sveiggjum í prísunum. Brent er leiðandi alheims prísstøðið fyri ráolju úr Atlantshavinum, sum verður nýtt til prísáseting.

Gongur sum tað plagar, so broytir Magn sínar prísir á midnátt til tað sama sum Effo hevur gjørt seinnapartin í dag.

Ein litur av bensini kostar nú 26,5 prosent meira, enn tá Russland gjørdi innrás í Ukrain 24. februar. Ein litur av diesel kostar 38,5 prosent meira, og ein litur av húsarhaldsoljukostar 41,7 prosent meira enn 24. februar.