5. partur
Tað er ikki so løgið um fólk í dag vita lítið um Oliver Effersøe. Tað eru jú heili 80 ár síðani, hann var í vælmaktini. Men í hesi Effersøe-ættarsøgu ber til at lýsa bæði politiska endan hjá Oliver Effersøe og politisku byrjanina hjá Kristian Djurhuus.
At almenna sambandssøgan um hetta er ófullfíggjað sæst fyrst í eini grein í Føroyatíðindi 9. januar 1932 við yvirskriftini “Tak til Landstingsmand Effersøe”, og byrjar greinin soleiðis:
Efter i mere end 30 Aar at have repræsenteret Suderøen i Lagtinget har Lagtingsmand O. Effersøe i fuld overenstemmelse med sine Stillere og politiske Venner besluttet ikke at søge Genvalg.
Síðan verður hann takkaður so hjartaliga fyri síni avrik í føroyskum politikki.
Teir sum skrivaðu undir vóru:
Magnus Dahl, Vágur, Jacob Albinus Fámjin, Jens Paulu Skaalum, Hvalba, Jacob Jacobsen, Sandvík, Daniel J.F. Danielsen, Sumba, Daniel J. Hammer, Hov, Niels Pauli Mortensen, Tvøroyri, og Herluf B. Thomsen, Tvøroyri.
Men í somu Dimmalætting stendur hesin stubbin, sum nevnda søga onki sigur um.
Sambandsløn
At Sambandsmænd paa Suderø har tilføjet Landstingsmand Effersøe, Sambandspartiets Stifter og mangeaarige Fører, den Tort uden videre at kassere ham som Lagtingsmand, har i høj Grad forbauset mange, og det som meget mere, som det vil vides, at Hr. Effersøe selv har udtalt Ønske om at fortsætte som Lagtingsmand for Suderø.Her har Effersøe dog baaret Dagens Byrde og Hede for Sambandspartiet, og en saadan Afslutning paa Aarelang Tjeneste maa forekomme de fleste at være mildest talt mærkelig iværksat af Vedkommende Sambandsmænd.
Men som det gamle Ordsprog siger: “Verden lønner ikke anderledes.”
Sambandsmand
Tingakrossur hevur eisini sína viðmerking til hetta mál:
Mønustingur Effesøes
Nú fekk hann mønustingin, Oliver Effersøe, og tað av sínum egnu monnum. Hann bað um og skrivaði brøv til vinir sínar um at verða uppafturstillaður í Suðuroy, men teir skoyttu ikki um hann. Teir tóku ein óroyndan ungan mann, Kristian Djurhuus, og settu hann í hansara stað.
Tað mátti verið nógv fyri – fyri báðar partar. Fyri Oliver, sum breyt næstan ¾ av teimum føroyskum veljarunum undir seg í 1906, og nú ikki av hesum somu veljarum at vera verdur so frægt sum ein løgtingssess í sínum egna valdømi, og fyri sambandið, at tað so illa vanvirðir sín gamla høvding.
Men hví kastar sambandið Oliver Effersøe av sær nú? Er tað tí at hann hevur svikið sambandsleiðina? Nei, ikki er tað, tí eingin sambandsmaður hevur staðið fastari í sambandsstevnuskránni enn hann. Nei, tað er einki annað enn, at hann hevur staðið ovfastur. Tí vilja teir heldur sjálvir drepa hann enn at lata eitt sjálvstýrisval drepa hann.
Teir síggja, at Effersøes politikkur, hann er deyðadømdur í Føroyum. Turkapolitikkurin norðan úr Vík halda summir enn kanska kann standa við eina tíð. Tí skal Andrass Samuelsen nú vera hægsti maður í sambandinum styðjaður av Mikkjal bróður sínum og Oliver Effersøes banamanni Christian Djurhuus í Tvøroyri.
Kristian Djurhuus helt seg ikki duga til politikk
Tann sum kom at avloysa Effersøe sum valevni hjá Sambandsflokkinum í Suðuroy var Kristian Djurhuus, sum seinni koma at sita tilsamans sum løgmaður og landsstýrismaður longur enn nakar annar.
Hann hevði avloyst Oliver Effersøe sum sýslumann í 1920. Hann varð valdur í sóknarstýrið fyri Froðbiar sókn í 1926-1934, og hann var formaður fram til 1930.
Í sínum óalmennu endurminningum, sum Miðvikan fyrr í ár hevði brot burtur úr, greiðir Kristian soleiðis frá tí, sum hendi við løgtingsvalið í 1932:
Á heysti 1931 fái eg eina óvæntaða vitjan av Herluf Thomsen. Enn meira bilsin gjørdist eg eisini av ørindum hansara. Tey vóru nevniliga, um eg vildi stilla upp fyri sambandsflokkin á komandi løgtingsvali. Eg má hava sæð sera bilsin út, tí hann skundaði sær at leggja afturat, at hetta var eitt ynski hjá nógvum sambandsveljarum.
Eg segði honum, at eg ongantíð hevði hugsað mær at fara uppí politikk, hóast eg var politiskt áhugaður sambandsmaður. Eg hevði heldur ongar royndir sum talari, og helt ikki, at eg hevði evnir í so máta. Eg helt heldur ikki, at eg var nóg harðbalin at vera politikari.
Spurdur, greiddi Herluf frá, at Oliver Effersøe ikki ynskti at halda áfram. Hann hevði havt samband við sambandsmenn í Havn um mína uppstilling. Eg skilti tað sum at tað var teir á Dimmalætting, har tann frísinnaði sambandsmaðurin Poul Niclassen var blaðstjóri. Hesir vildu fegin hava meg sum valevni.
Til mína undanførslu um at mær manglaði royndir í politikki, segði hann at hetta var ikki øðrvísi enn hjá øllum øðrum. Royndirnar komu av sær sjálvum.
Eg undraðist eisini yvir, at Herluf og hansara floksfelagar hildu meg vera egnaðan at umboða Suðuroynna í løgtinginum. Hesir somu menn høvdu verið sera atfinningarsamir at mínum evnum sum formaður í kommunustýrinum. Her var svarið, at eg ongantíð skuldi verið farin uppí kommunupolitikk, men hoyrdi meira heima í løgtinginum. Grundgevingin var tann merkiliga, at sóknin skuldu stýrast av “teimum innføddu.”
Eg lovaði bert, at eg skuldi hugsa um hetta. Konan, Margretha, helt hugskotið vera gott. Eg spurdi eisini mammubeiggja mín Lars Larsen. Víst var hann sjálvstýrismaður. Eg hevði varhugan av, at orsøkin til tess var hansara viðurskifti við Oliver Effersøe, sum hann fleiri ferðir hevði havt samanbrestir við. Nú var hann stillari hjá Edvard Mitens í Sjálvstýrisflokkinum, sum var systirsonur Oliver Effersøe. Lars helt avgjørt, at eg skuldi stilla upp.
Hetta gjørdi eg so. Tað var eisini beinanvegin, at umrødda lesararabræv kom í Føroyatíðindi, lokala blaðnum á Tvøroyri, um at Oliver Effersøe var kroystur av listanum.
Tann endaliga sannleikan í hesum máli fekk eg ongantíð at vita. Effersøe svaraði ikki aftur, og hetta kundi bent á, at tað var ikki heilt sjálvboðið og enn minni eftir egnum ynski, at hann hevði tikið seg aftur.
Hevði hann ynskt eitt gott úrslit fyri meg og hini valevnini, hevði tað verið náttúruligt um hann svaraði nevnda lesarabrævinum í Føroyatíðindi aftur. Tað segðist annars, at tað var Aksel Nolsøe, pápi Páll J.Nolsøe, sum hevði skrivað hetta lesarabræv. Hann var sambandsmaður og hevði staðið Effersøe sera nær. Vóru tað fleiri við honum, sum vóru beiskir um, at Effersøe ikki var stillaður upp aftur, kundi hetta minka um mínar valmøguleikar.
Umframt hetta hendi eisini tað, at ein av stuðlunum hjá Effersøe, Dánjal á Hólum í Hvalba, var av samhuga við Effersøe farin í sjálvstýrisflokkin.
Hetta gjørdi meg eitt sindur nervøsan. Men valið gekk væl, og Sambandsflokkurin fekk valdar tveir tingmenn í Suðuroy.”
------
Sigrid Effersøe: Ólavsøkan í 1921
Sigrid, dóttir Oliver Effersøe ferðaðist víða um á síni ferð í Føroyum í 1921. Hon fer vestur í Vágar, síðan til Bø og Mykinesar og so aftur til Vágarnar, har hon hittir 100 ára gamla konu
Min Mors gamle Barnepige og hendes Søster, der fyldte 100 Aar paa Kongens Fødselsdag, 26. September, boede i Midvaag. Jeg var henne og besøge dem begge. Den 100 aarige Kone var rask og livlig, blot lidt tunghør. Da hun for nylig sad og vævede Tøj til en Kjole, og Folk spurgte hende, hvad hun dog ville med nyt Tøj, hun fik maaske ikke mere brug for det, svarede hun blot misfornøjet: “I taler da ogsaa altid om at dø”.
Henda gamla var Anna Danielsen. Dimmalætting skrivaði um hana:
Hun var Datter af Opsidder paa Jensegærde Joen Rubeksen og Hustru Anna Margretha Jacobsdatter.
Hun blev konfirmeret 1836, 1. Søndag efter Paaske. Hun indgik Ægteskab med Ungkarl Joen Frederik Danielsen af Thorshavn den 14. August 1851 og mistede ham atter i 1899 (den 29. Januar.)
I Ægteskabet var der kun to Børn, hvoraf det ene døde forholdsvis ung, men det andet, en Datter, endnu er i Live (gift med Købmand Clement Haraldsen) og plejer sin gamle Moder.
Anna Danielsen er endnu fuldstændig aandsfrisk og er en forstandig og særdeles tiltalende Kone. Hun mindes godt gamle Dage, endskønt hun klager over svigtende Hukommelse. Hun er som Regel oven Senge.
Saa sent som for en Maaneds Tid siden var hun paa Besøg i den nye Præstebolig i Midvaag, tilbragte nogen Timer der og gik saa hjem igen (ca. 10 Minutters Gang.) let og uden synderligt besvær.
Med vore bedste Ønsker om, at Fødselsdagsbarnets Helbred vil tillade hende at glæde sig over de mange, der vil bidrage til at gøre denne sjældne Dag lys og festlig, skal vi slutte denne lille Artikel.
Kongaligt ball uttan tey kongaligu
Tiden gik hurtigt i Thorshavn. Jeg var ofte ude til Selskaber. Den 27. Juli ventedes Kongen tilbage til Øerne, og da det just var prins Knuds fødselsdag den dag, havde Klubben i samme Anledning arrangeret en stor Fest, Aftenspisning og Bal. Hele dagen gik man i Spænding um hvorvidt Kongen, Dronningen og Prinserne vilde indfinde sig til Festen. Man vidste, at Kongeskibene var ankommet til Vestmannahavn om Formiddagen i overensstemmelse med Rejseprogrammet. Da vi alle var samlede ved det lange festlige Aftensbord, blev de Telegrammer oplæst, som var vekslede mellem Hans Majestæt Kongen og Thorshavn Klub, og af disse fremgik det, at Forholdene desværre ikke tillod Kongefamilien at deltage i den Festlighed, som var arrangeret til dens Ære. Maaltidet og Ballet gik imidlertid sin gang under straalende Munterhed til kl. 5 om Morgenen, da Solen lyste klart over Fjeldene og varslede en ny dag.
Ólavsøkan í 1921
Den 29. Juli er det den med saa megen forventning imødesete Olajdag. Da er Thorshavn Samlingsstedet for mange af Øernes Beboere. Tilstrømningen i 1921 var noget mindre end ellers, da saa mange havde været der kort forinden i Kongedagene, og nu ikke atter kunde komme til Olaj. Dagen begyndte med Gudstjeneste. De øverste Embedsmænd samt Præsterne og Lagtingsmændene (hvor iblandt de to Rigsdagsmænd) mødte i Galla og gik i Procession til deres reserverede Pladser omkring Alteret. En af de tilstedeværende Præster holdt en Tale, vel med et noget lignende Præg som den Tale Præsterne holder ved Rigsdagens Aabning, thi dette er Lagtingets Aabningsdag, og det færøske Folk samler sig i Kirken, for at dets politiske Ledere, hvor forskellige og æggende deres Meninger er, maa gøre deres Værk i enighed til Gavn for Færøerne i de Maaneder Lagtinget er samlet.
Nogle timer efter foregik Lagtingets officielle Aabning i Lagtingshuset. Hvert Medlem indtog sin plads, og Formanden, Øernes Amtmand, holdt en kort Indledningstale, hvorefter Forhandlingerne tog deres Begyndelse den følgende Dag.
Imidlertid var Festlighederne begyndt ude i Byen. Det stedlige Musikkorps spillede. Foreningens Medlemmer, hvoraf flere var mødt i Festdragt, sang.
En stor Basar afholdtes til Fordel for Anlæggelse af et Sømandshjem. Der var Fodboldkamp samt et morsomt Væddeløb med smaa færøske Heste. Om Aftenen var der Dans i Logerne og Klubben. Jeg glædede mig til Dansen og gik om Aftenen ved 10-tiden hen til Klubben sammen med nogle Kammerater. Paa det tidspunkt dansede kun faa Mennesker ude paa Salens store Gulv, saa jeg vovede mig trøstigt med i Kredsen, der dansedes nemlig færøsk Dans. Dansen fortsatte uden ophør hele Aftenen og Natten, idet man trækker sig ud af Kredsen, naar man er træt og atter danser ind i den, naar man har lyst.
Denne Olai-aften blev Salen en halv Time efter, at vi var kommet, saa propfuld af mennesker, at man i mylderet knap kunne finde sig selv.
Jeg lagde nu mærke til, at de unge Piger var i tarvelige Kjoler. Kun faa var pyntede som jeg selv, og Mænd kom ind fra Gaden i deres daglige Tøj.
Senere gik vi op paa 1. Sal, hvor der serveredes Sodavand, mens den larmende Dans fortsatte ned i Salen.
Jeg fik snart efter nogen at følge mig hjem og var kun alt for glad ved at slippe ud af den overfyldte Sal. Ved min Hjemkomst saa jeg, at min rene Kjole var lige til Vaskebaljen, Skoene havde alle andre Farver end den hvide, de skulle have, og min ene Fod var hævet efter et Spark fra en stor Støvle.
Jeg gik til sengs med en tydelig Følelse af, at rigtig vaskeægte Færing var jeg nok ikke.
Í komandi og seinasta parti verður greitt meira frá løgtingsvalinum í 1932 og frá eftirmælinum hjá Effersøe, tá ið hann doyr í 1933. Eisini verður eitt ískoyti til søguna um Karen Marie Effersøe Kryssing, tá ið hon fekk tept Kristian kongi