Edward Kennedy styðjar Obama

Í dag fer Edward Kennedy væntandi at boða frá, at hann vil hava Barrack Obama til forsetavalevni hjá demokratunum Sambært amerikonskum fjølmiðlum hevur Edward Kennedy boðað til tíðindafundar í Washington í dag, og miðlarnir vænta, at hann tá fer at boða frá, at hann styðjar Barrack Obama í kappingini um forsetauppstillingina hjá demokratunum.

Summir miðlar vilja enntá vera við, at tann kendi senatorurin fer at reka eitt virkið valstríð til frama fyri Obama.

Edward Kennedy er ikki tann fyrsti av teimum kendu senatorunum, sum sigur seg styðja Barrack Obama. John Kerry, sum stillaði upp fyri demokratarnar í 2004, styðjar eisini Obama.