Edvard Heen: Ein stórur lætti

- Avgerðin hjá Fasta Gerðarrættinum slær fast, at fremsta atlitið er - og skal vera - lív og heilsa hjá borgarum og starvsfólki, sigur stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen.

 

- Tað er ein stórur lætti fyri borgarar og avvarðandi, at Fasti Gerðarættur hevur avgjørt at fráboðaða víðkaða verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag er óheimilað. Fyri Almannaverkið, borgarar og avvarðandi er niðurstøðan hjá Fasta Gerðarætti ein avgerð, sum slær fast, at fremsta atlitið er - og skal vera - lív og heilsa hjá borgarum og starvsfólki. 

 

Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum í viðmerking í kvøld. Hann vísir á, at Fasti Gerðarætturin í síni avgerð staðfestir, at fráboðaða verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag er óheimilað, tí tað ikki í seinasta lagi samstundis eru givin ítøkiliga mett og greitt fráboðað undantøk. 

 

- So skjótt, sum tað vóru ábendingar um, at Almannaverkið fór at vera rakt av verkfalli á økinum hjá Føroya Pedagogfelag, fóru starvsfólk og leiðsla í Almannaverkinum undir at finna út av minsta tali av starvsfólki, sum neyðugt var at biðja um undantak fyri verkfalli.

 

Stjórin sigur, at borgara fyri borgara varð mett um tørvin og vandan fyri lívi og heilsu við tí fyri eyga at meta um, hvussu nógv starvsfólk í minsta lagi tørvur er á. 

 

- Starvsfólk og leiðsla hava gjørt eitt framúr væl úr hondum greitt arbeiði, sum lýsir avleiðingarnar av ætlaða verkfallinum. Eitt fakliga væl undirbygt arbeiði, sum einans hevur lív og heilsu hjá okkara borgarum og starvsfólki fyri eyga. 

 

Edvard Heen vísir til Fasta Gerðarættin, sum í úrskurðinum sigur soleiðis: "Føroya Pedagogfelag átti tí í sambandi við, at tey lýstu herda verkfallið, ítøkiliga at havt viðgjørt tørvin á undantøkum. Somuleiðis skuldi greitt verið fráboðað fíggjarmálaráðnum, hvørji undantøk fóru at vera givin, so Almannaverkið kundi fyrihalda seg til støðuna og leggja arbeiðið til rættis undir arbeiðssteðginum."

 

- Almannaverkið fegnast um, at Fasti Gerðarættur hevur sligið fast at ítøkiliga mett og greitt fráboðað undantøk, skulu vera avtalaði áðrenn verkfall verður lýst. Tað boðar frá einari tryggari og betri framtíð fyri bæði borgarar og starvsfólk í Almannaverkinum, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.