Edrúir alkoholikarar og avvarandi í flyta í nýggj hús

Komandi leygardagur verður ein stórur dagur fyri 12 stigs bólkarnar, sum seinastu árini hava hildið til undir vánaligum hølisviðurskiftum á Gamla Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Tá verður flutt niðan á Tinghúsveg 37 í eini gomul nosslig hús við hugnaligum urtagarði kring.
Bólkarnir eru Anonymir Alkoholikarar, Al-Anon, NA og VBA. Felags fyri allar hesar bólkar er, at limirnir antin hava verið bundnir av rúsdrekka og rúsevnum ella eru avvarandi at rúsdrekka og rúsevnismisnýtarum. Anonymir Alkoholikarar hittast á AA fundum. Avvarandi hittast í Al-Anon.
Fólk sum serliga hava verið bundin av narkotiskum evnum og tablettum hittast í NA og vaksin børn hjá alkoholikarum hittast í VBA.
Seinastu dagarnar hevur nógv verið gjørt fyri at umvæla og hugna um húsini. Hetta arbeiði er nú um at vera liðugt og húsini verða framyvir ein hóskandi karmur um virksemi hjá bólkunum..

Fyrsti fundurin í nýggju hølunum verður leygardagin kl. 17.00 og tá er talan um ein AA fund.

Annars verða fundirnir somu tíðir, sum lýst hevur verið seinastu árini í bløðunum.