Tað gongur ikki heilt eftir ætlan hjá Arminia Bielefeld í 2. Bundesliguni. Liðið er í løtuni á 14. plássi og bara fimm stig frá niðurflytingarstrikuni. Hartil eru ongir pengar at keypa fyri, so nýggi venjarin, Uwe Neuhaus, má finna eina innanhýsis loysn.
Stóri týski tíðindamiðilin, Bild, hevur eitt boð upp á hvør skal bjarga Arminia Bielefeld. Við yvirskriftini “Edmundsson má bjarga Arminia” verður róð framundir, at føroyski landsliðsspælarin kann verða bjargingin.
Í greinini verður ítróttarstjórin siteraður fyri, at Arminia Bielefeld ongar pengur hevur at keypa fyri. Tí er vónin at Jóan Símun Edmundsson, sum er á veg aftur frá skaða, kann betra um gongdina í felagnum. Bild skrivar, at toftamaðurin er tøkru til dystin.
Arminia Bielefeld spælir aftur í 2. Bundesliguni 30. januar. Tá spæla Jóan Símun Edmundsson og liðfelagirnir á útivølli móti SG Dynamo Dresden.