Nú steðgur er í pallborðsorðaskiftinum á Christiansborg, hava føroysku fólkatingslimirnir kjakast óført á Rás2 Meðan flestu luttakararnir og áhoyrararnir á Christiansborg fingu sær kaffi og strektu beinini, brúktu føroysku fólkatingslimirnir steðgin til at kjakast dúgliga beinleiðis á Rás2.
Edmund Joensen gav greitt til kennar fyri Sjúrður Skaale, at hann átti at verið partur av pallborðinum í salinum á Christiansborg í dag. Edmund Joensen fanst eisini at, at hann als onga innbjóðing hevði fingið til tiltakið, sum eftir hansara tykki snúi seg alt ov nógv um loysing ella samband.
Tí segði hann seg fara at skipa fyri einum studentadegi, har onnur og meiri viðkomandi evni vóru tikin á breddan, sum hann tók til. Eitt nú hví so nógvir føroyingar ikki flyta heimaftur. Og til henda dagin fór Sjúrður Skaale sjálvandi eisini at fáa eina innbjóðing, helt Edmund Joensen fyri.