Edmund Joensen: Sambandsflokkurin má rætta kós

Fólkaflokkurin hevur drigið flokkin ov langt til høgru

– Fólkaflokkurin hevur í roynd og veru drigið Sambandsflokkin langt út í høgra borð. Tað kann ein og hvør síggja á førda politikkinum síðani valið í 2011.

 

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður hjá Sambandsflokkinum í tíðargrein í Sosialinum, har hann vísir á, at tað sæst serliga við, at flatskatturin ikki kemur teimum lágløntu til góðar, og tí, at skatting av pensjónum við inngjaldi fer at raka framtíðar pensjónistar har fíggjarliga.

 

– Framtíðar fígging av vælferðarsamfelagnum er í vanda, sigur Edmund Joensen.

 

Hann vísir eisini á, at á avgerandi sambandspolitiska økinum hevur Sambandsflokkurin flutt seg móti loysingarveinginum, har ið Fòlkaflokkurin eisini stendur.

 

– Dreymar um ein ríkjafelagsskap, ið krevur loysing úr ríkinum, undirtøkan fyri eini nýggjar stjórnarskipan, sum leggur upp til loysing, burturspilti møguleikin at hækka ríkisveitingina, tað kostar vælferð, og øll talan um »buglur« og »skøvur« og aðrar ólukkur í Ríkisfelagsskapinum hava ikki júst hvest sambandsprofilin, men tvørturímóti, sigur Edmund Joensen.

 

– Sambandsflokkurin hevur av órannsakiligum grundum stóran skud við at selja út av arvasilvurinum: góðum sosial-liberalum sambandsvirðum, har ið samstarvið í Ríkisfelagsskapinum er ein grundsúla. Hetta er tann veruliga vanlukkan fyri einasta sambandsflokkin í landinum, sum mong eru góð við men munnu kenna seg vónsviknan av, sigur Edmund Joensen, sum heldur, at tíðin er komin hjá Sambandsflokkinum at rætta kósina:

 

– Skal Sambandsflokkurin koma afturíaftur sum ein trúverdugur sosial-liberalur sambandsflokkur, so skulu aðrir bollar í suppuna. Ofta hjálpir at seta spurningar, tá ið broytingar skulu gerast, sigur Edmund Joensen, sum setur fram hesar spurningar:

 

– Skal høgrasnaringin halda fram, ella skal vendast aftur til tey sosial-liberalu grundvirðini og góða samstarvið í ríkinum?

 

– Skulu smartar fólkafloksfidusir skiftast út við stabilan sambandspolitikk?

 

– Skal Sambandsflokkurin aftur verða garantur fyri, at vit og skil ráða í fíggjar- og búskaparliga politikkinum?

 

– Er tað skilagott, at Sambandsflokkurin rekur ein politikk, ið kann undirgrava Ríkisfelagsskapin

 

– Skal Sambandsflokkurin aftur fara at reka sambandspolitikk í samstarvi við samsint?

 

– Hvør kann tryggja, at neyðugar broytingar verða framdar?

 

Tíðargreinin, sum Edmund Jonensen nevnir »Politiski fepurstokkurin«, kann lesast í Sosialinum, sum kann keypast VIÐ AT TRÝSTA HER