Tað stendur nógv á í løgtinginum í morgun. Ásetingin av fiskidøgunum er til triðjuviðgerð, og tað hoyrist, at Edmund Joensen og Magni Laksafoss úr Sambandsflokkinum hava lagt løgmanni eina við, at teir fara at leggja fram broytingaruppskot, sum hevur við sær fleiri skerjingar, enn landsstýrið leggur upp til ? eins og andstøðan mælti til.
Ætlanin er at taka fleiri dagar frá línuskipum, størri útróðrarbátum og smærri útróðrarbátum.
Samgonguflokkarnir tóku meira ella minni undir við uppskotinum, sum kom úr Vinnunevndini, men nú er fullkomiliga vent í holuni.
Formaðurin sleit tingfundin fyri løtu síðan, og nú verður bíða eftir samgonguni.
Miðflokkurin hevur eisini lagt broytingaruppskot fram. Uppskotið mælir til ein niðurskurð á 8 prosent.
Meira í tíðindinum í Rás2 klokkan 12.









