Føroyski fólkatingsmaðurin Edmund Joensen hevur júst verið í Moskva, har hann vitjaði í tjóðartinginum. -Eg fari at gera mítt til at ávirka myndugleikarnar at avtaka handilsbann segði hann við Vinnurásina herfyri. Vinnurásin á Rás2 klokkan 16 í dag Hetta er nakað av tí, sum Vinnurásin á Rás2 hevur at borðreiða við í sendingini millum klokkan 16 og 18 í dag. Vinnurásin hevur vitjað á Christiansborg, har tosað verður við Edmund Joensen um leiklut hansara at stuðla føroyskum vinnulívi uttan fyri Føroyar. Eisini verður vitjað á føroysku sendistovuni, har Herálvur Joensen, sendimaður greiðir frá, hvussu sendistovan medvirkar til at seta fokus á føroyskt vinnulív.Í sendingini vitja verturin Jan Müller eisini formannin í Búskapargrunninum, Jørn Astrup Hansen. Loksins í sendingini er samrøða við Magna Laksáfoss um kreppuna í altjóða fíggjarheiminum. Eisini verður Snorri Brend við á Rásini úr Íslandi.










