? Antin fer landsstýrið til fólkaatkvøðu við tí samráðingarúrsliti, teir hava nátt, ella mugu teir leggja frá sær og skriva út nýval.
Soleiðis sigur formaðurin í Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, eftir triðja samráðingarumfarið millum landsstýrið og stjórnina.
? Fullveldissamráðingarnar hjá landsstýrinum eru fullkomiliga miseydnaðar. Føroyar fáa fullveldi, um vit vilja tað, men danir hava alla tíðina gjørt greitt, at tað fer at kosta, og soleiðis er støðan framvegis.
Edmund Joensen heldur, at politisku fylgjurnar av miseyndaðu samráðingunum má vera, at teir flokkarnir, sum ætla at nýtmótans gera ríkisfelagsskapin mugu sleppa fram at. Formaður Sambandsfloksins hugsar við hesum um sín egna flokk og Javnaðarflokkin, sum eisini hevur mælt til eina nýggja skipan innanfyri ríkisfelagsskapin.
? Landsstýrið heldur fram við at siga, at teir vóna at koma til eitt betri samráðingarúrslit, men tað fer einki at broytast í framtíðini. Danir hava gjørt greitt, hvat fullveldi kostar. Tað sigur seg sjálvt, at teir ikki vilja lata føroyingum fullveldi og samstundis skula gjalda føroyingum stuðul ár eftir ár.
Álitið á føroyingar rýkur
Edmund Joensen heldur, at tað er púra burturvið at draga møguligar oljuinntøkur inn í fullveldissamráðingarnar.
? Landsstýrið ætlar at taka fullveldi við at seta oljuna og eftirkomarnar í veð, men tað var ein seinasta desperata royndin at eina betri skiftistíð. Og tann royndin miseydnaðist eisini, sigur hann.
Edmund Joensen heldur, at tað einasta landsstýrið fær burtur úr samráðingunum, er, at álitið á føroyingar verður niðurbrotið.
? Landsstýrið hevur gjørt stóran skaða fyri føroyingar við at ákæra danir fyri bæði líkt og ólíkt, og nú ætla teir eisini at venda sær til ST fyri at kæra Danmark. Hetta líkist ongum, sigur ein avgjørdur formaður fyri Sambandsflokkin.
Hann finnist eisini harðliga at løgmanni, sum førdi fram, at aðrastaðni verða slík mál loyst við krúti og kúlum.
? Tað má vera eindømi í søguni, at leiðarin í einum landi hóttir við krúti og kúlum fyri at sleppa at lækka livistøðið hjá sínum fólki niður í eina helvt, sigur Edmund Joensen.;vdu fingið í stuðuli í 11 ár við eini lagaligari rentu ella kanska ongari rentu, um tey fáa fría atgongd til framtíðar føroyskt oljuríkidømi. Hetta er einki annað enn ein hasarderað ella desperat handling frá landsstýrissins síðu, tí man vil hava eitt gjøgnumbrot í tí, sum eitur skiftistíðis. Men sum sagt, tað beit Nyrup ikki á. Og tí má man kunna staðfesta, at skiftistíðin er endaliga avgreidd.
-Støðan í løtuni er tann, sigur Jóannes Eidesgaard víðari, at samráðingarnar eru koyrdar fastar. Danska stjórnin fer ikki longur við skiftistíðini. Nú vil landsstýrið so til at samráðast aftur eftir summarfrítíðina. Men eg eri vísur í, at aftaná 4. og uppaftur fleiri umfør so fær man somu skiftistíð, fýra ár.
Landsstýrið má gera støðuna upp nú. Valskeiðið er farið at halla, og tað er bert eitt ár eftir. Tí má Føroya fólk nú vita, hvat landsstýrið ætlar, eftir at tað hevur koyrt fast í fullveldisætlanini.










