Edmund í Fólkatingið burturav

- Um tað fellur í mín lut at umboða Sambandsflokkinflokkin í Fólkatinginum eftir fólkatingsvalið, so verður talan um at røkja fólkatingsarbeiðið burturav, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.

Seinastu 4 árini hevur Edmund Joensen havt sæti í Fólkatinginum og í Løgtinginum, men nú kemur ein broyting í hesum viðvíkjandi.
- Onki er vist í politikki. Men skuldi tað blivið soleiðis, at veljarar geva Sambandsflokkinum álit, og fellur tað í mín lut at umboða flokkin á Christiansborg komandi árini, so vil eg burturav røkja ta uppgávuna, sigur Edmund Joensen.
- Tað letur seg gera at røkja báðar uppgávurnar, men tað er sera krevjandi. Heilt nógvir arbeiðstímar skulu til, og nógv ferðing krevst. Helst í meira lagi.
- At arbeiða burturav á Christiansborg er ein øðrvísi arbeiðsmáti. Hesin gevur uttan iva spennandi møguleikar og eitt øðrvísi fokus, sigur Edmund Joensen.
Komandi valskeiðið verður politiska høvuðsuppgávan at loysa trupulleikarnar orsakað av manglandi fólkavøksturi og lágum búskaparvøkstri í Føroyum.
- Ein fólkatingsmaður úr Sambandsflokkinum eigur at aktivera teir óbrúktu møguleikarnar í Ríkisfelagsskapinum, ið kunnu stuðla upp undir fólkavøkstur og búskaparvøkstur í Føroyum, sigur Edmund Joensen.