Edmund er í ferð við at spreingja samgonguna

- Edmund Joensen veit full væl, at hann er í ferð við at spreingja samgonguna í luftina, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, um kontantu útmeldingina frá Edmundi Joensen á Portalinum í gjár

- Eg kann bara staðfesta, at eg havi tveir trupulleikar, sum eru skaptir innanhýsis í Sambandsflokkinum. Annar er, at Edmund Joensen hevur lagt hetta uppskotið fram, hitt er, at Marjus Dam av hesum hóttir við at slíta samgonguna ? og so kann eg eisini staðfesta, at Edmund Joensen ikki leggur nógv í samgonguna.

Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður í viðmerking til tað, sum Edmund Joensen segði við Portalin í gjár, har hann bað løgmann halda fingrarnar vekk frá uppskotinum um at gera Føroya til eitt valdømi.

Les greinina ? ?Edmund við løgmann: Halt fingrarnar vekk frá tingmáli?<a> - Eg kundi eisini sagt, at Edmund Joensen skal halda fingrarnar burtur. Men hann hevur við nøkrum góðum og sakligum grundgevingum víst á, hví hann sum tingformaður leggur uppskotið fram. Tað virði eg, men hann má eisini viðganga, at tað er eitt missil, sum hann hevur slept í samgonguna. Løgmaður sigur, at sjálvandi virðir hann demokratisku spælireglarnar á tingi. ? Eg havi bara roynt at finna eina loysn, sum báðir partar kunnu liva við ? og tað var semjan, sum varð gjørd millum floksformenninar í samgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard. Tann semjan gongur út uppá, at Føroyar gerast eitt valdømi eftir næsta val. Men sum ein kompensatión verður tingmannatalið hækkað til 33, og fær Suðurstreymoy ein tingmann afturat. - Hetta er ein loysn, sum Edmund Joensen eisini átti at kunna livað við. Hann nertir jú nakað grundleggjandi við hasum uppskotinum, tí tað er viðkomandi hjá øllum. Fleiri flokkar eru eisini farnir undir uppstilling, so tað er ein stór broyting, sum floksapparatini als ikki eru gearað til. Tey, sum eru misnøgd um hetta uppskotið, hava sín fulla rætt til tað, tí timingin er ikki góð at koma við slíkum beint undan einum vali. Jóannes Eidesgaard sigur, at hann sjálvur er fyri at gera Føroya til eitt valdømi. Hesum boðaði hann frá í ólavsøkurøðuni, har hann eisini vísti á, at hann helt, at málið átti at farið til fólkaatkvøðu. Hann veit eisini, at ein meirluti í tinginum er fyri uppskotinum, og at kanningar vísa, at eisini ein meiriluti í fólkinum er fyri hesum. Løgmaður heldur, at tað hevur stóran týdning at fáa lýst, hvørjum tað er, sum útjaðarin er bangin fyri við at gera landið til eitt valdømi. Hetta heldur hann kann gerast, nú lógin ikki kemur í gildi fyrr enn eftir næsta val <a href= http://www.portal.fo/?lg=41780>Les greinina ? ?Edmund við løgmann: Halt fingrarnar vekk frá tingmáli?<a>