– Valskipanin er gjørd, so vit fáa rættvíst býti millum flokkarnar.
Tað sigur løgtingsmaðurin Edmund Joensen í svari til tíðargrein, sum Eirikur í Jákupsstovu, løgfrøðingur, skrivaði í farnu viku um gongdina, tá ið Føroyar blivu eitt valdømi og fylgjurnar av tí:
– Tað var ein slík røð av óhepnum hendingum, sum fór í gongd beint eftir valið í 2002, og sum vit enn ikki hava sæð endaligu avleiðingarnar av nú 16 ár seinni, hóast flokkarnir eru farnir í sor og mest áhugaverda ásin í føroyskum politikki snýr seg um, hvussu øki í Føroyum innanhýsis kunnu berjast ímóti hvørjum øðrum í einum høvdingaspæli, har politikkur meira og meira snýr seg um persónliga inntøku og persónligt vald, og alsamt minni snýr seg at røkka ávísum málum fyri samfelagið, skrivaði Eirikur í Jákupsstovu.
Hann fanst millum annað at leiklutinum hjá Edmundi Joensen, sum var átti uppskotið um eitt valdømi.
Tíðargreinin hjá Eiriki í Jákupsstovu kann lesast í fullum líki her.
Edmund Joensen heldur lítið um »hugleiðingarnar úr eplaveltuni«, sum hann kallar tíðargreinina.
– Valskipanin er gjørd, so vit fáa rættvíst býti millum flokkarnar. Hetta er ein demokratisk skipan, tí nú kunnu føroyingar allir velja, hvønn tey vilja, hvar í landinum tey enn búgva. Og ikki tvingast ella lata vera við at velja, tí flokkurin ikki far umboðan álikavæl, ella sjálvandi fær umboðanina, sigur Edmund Joensen og kallar gomlu valskipanina við sjey valdømum fyri eina spennitroyggju.
– Nú kundi ein hóskandi spurt, hvør ið eigur tær nógvu hepnu hendingarnar, sum eru farnar fram í einum valdømi, og hava ført okkara land so langt framá? Tær eiga Føroyar, sum eru eitt av bestu samfeløgunum í heiminum, heiðurin av í einum fólkaræðisligum valdømi, sigur Edmund Joensen.
Viðmerkingin hjá Edmundi Joensen kann lesast í fullum líki her