Helmingurin av Fólkatinginum vil hava eina kanning av CIA-flúgvingini í donskum loftrúmi. Edmund Joensen er tungan á vágskálini Andstøðan í Fólkatinginum við hava eina kanning, sum skal staðfesta, um CIA-flogfør hava flutt fangar ígjøgnum danskt loftrúm, og um flogførini hava millumlent í Grønlandi.
Í sendingini ?Danska sambandið hjá CIA?, sum danska sjónvarpið sendi í kvøld, kom fram, at flogfør, sum hava flogið fyri CIA, hava millumlent fleiri ferðir í Narsarsuaq í Suðurgrønlandi. Sendingin vísti eisini, at flogførini, sum millumlendu í Grønlandi, komu úr Egyptalandi, Jordan, Uzbekistan og øðrum londum, sum hava verið sett í samband við fangaflutning hjá CIA.
Sambært DR taka 89 fólkatingslimir undir við einari kanning, meðan 89 eru ímóti. Ta avgerandi atkvøðuna eigur føroyski fólkatingslimurin Edmund Joensen. Hann sigur við DR í kvøld, at hann fer at tosa við stjórnina, áðrenn hann tekur støðu.
Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, ásannaði í kvøld, at ymiskt nýtt kom fram í sendingini, og hann segði, at stjórnin fer at spyrja seg fyri hjá amerikonsku myndugleikunum um viðurskiftini.